Trygd á sjónum

Trygd á sjónum




Ólavur Jøkladal, samskiftari:  


Trygdarmiðstøðin



Tað er eitt sera positivt umhvørvi, ið møtir tær, tá
ið tú kemur á Trygdarmiðstøðina. Tað ræður ein góður andi og ein jaligur
hugburður. Hetta sæst eisini aftur í undirvísingini, sum eyðvitað árini
framyvir fer at eyðkenna lívið umborð á føroyskum skipum. Í undirvísingini
verður dentur lagdur á at hava eitt gott og positivt umhvørvi umborð, har allir taka sær hvør av øðrum. Karmarnir á Trygdarmiðstøðini eru sera góðir, tey húsast
saman við Sjónám, sum er navnið á samanlagda stovninum, sum liggur úti á
Bumshamri í Klaksvík. Trygdarmiðstøðin varð 
sett á stovn í 1999 sum stovnur undir Fiskimálaráðnum, men er í dag
partur av samanlagda stovninum Sjónám, sum er undir Mentamálaráðnum. Hann varð
ISO góðkendur í 2008.



Altjóða krøv



Tað er við støði í altjóða krøvum, at trygdarskeið
verða hildin og eru kravd fyri tey, ið ætla sær á sjógvin. Her heima røkkur
hetta virksemi heilt aftur til 1980, tá ið sjóvinnuskúlarnir byrjaðu at
undirvísa í trygd á sjónum. Í 1995 varð STCW sáttmálin dagførdur, og í 1997 kom
so løgtingslógin í gildi, sum setti krav um, at øll, ið mynstra við føroyskum
skipum, skulu hava verið á góðkendum trygdarskeiði fyri sjófólk.
Trygdarskeiðið
er áteknað við støði í Manila sáttmálanum frá 2010, sum eisini er STCW
konventiónin – The Standards of Training, Certification & Watchkeeping.



Fólkaheilsuráðið



Fólkaheilsuráðið
hevur sína endamálsorðing, sum er at styrkja tiltøk fyri
heilsufremjing,
sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Hetta má
sigast at falla væl í tráð við endamálsorðingina hjá Sjónám í sambandi við
trygd á sjónum, sum millum annað tosar um:
 “at
gera sjófólk betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda”. Her eru stór
frambrot hend seinastu tríati árini, og tað er at fegnast yvir.



Eitt av
feskastu dømunum um góðan sjómansskap og dyggari trygd á sjónum var, tá ið
manningin á Kamaro var í havsneyð og varð bjargað við Bjarnoynna, hetta var
seinast í oktober mánaði. Øll manningin 14 mans varð bjargað. Gott at síggja at
bjargingarútgerð og handfaring av henni virkar. Her vísti tað seg, at menn vistu, hvussu yvirlivilsisdraktirnar skuldu handfarast, og so kom eisini tað til
sjóndar, umsorganin fyri hvør øðrum, har teir fingu hjálp hvør frá øðrum - teir, sum høvdu hana fyri
neyðini. Hetta er ein sólskinssøga, og alt spældi væl av, hóast hetta, kundi tú hugsað
tær, at sjálv venjingin umborð á skipunum var meiri miðvís.



Fólkaskúlin



Umleið 2008, tá eg fyri Føroya Reiðarafelag sat í
samstarvsráðnum fyri trygd á sjónum, kom ynski fram um, at menn eldri enn 60 ár
skuldu sleppa undan at venda gummibátinum, sum er ein av venjingunum á
trygdarskeiðum. Tað er eitt krav, at tann ið fær prógv um trygdarskeið, skal
venda einum 16 mans gummibáti. Eg skilti á lagnum, at hetta ongantíð er ført út
í lívið – og gott tað sama, tí tað er langt frá tað torførasta á einum slíkum
skeiði.



Eg fekk at vita frá lærarum á staðnum, at teir
heldur høvdu havt trupulleikar av teimum 16 ára gomlu, sum komu á skeiðið, enn
monnum í aldrinum frá 65 til 74. Hesir seinastu kláraðu seg ofta betur enn teir
yngru. Tað liggur fólkaheilsuráðnum á sinni, at okkurt munagott verður gjørt millum
næmingarnar serliga í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, at hesir eru til
reiðar at fara út í lívið, tá verður hugsað um, at næmingarnir er fysiskt betur
fyri, enn teir eru í dag. Sjálvandi eru teir næmingar væl fyri, sum íðkað
ítrótt, men tað er langt frá allir, sum gera tað.



Tað sama kom eisini fram á Fólkaheilsudegnum, sum
hildin varð á Hotell Føroyum í januar. At generelt  er venjingarstigið og konditiónin hjá
næmingum ikki nøktandi, tá hugsað verður um komani sjúkur m.a. diabetis2, sum
kann koma seinni í lívinum. Menn rokna við, at hesir trupulleikar longu byrja í
skúlaaldri. Hetta er kortini langt frá galdandi fyri allar næmingar, nevniliga
teir, ið íðka ítrótt. Kortini eru tað teir ið detta “niður ímillum”, sum ikki
røra seg nóg mikið – tað er longu ein dialogur við skúlan um hesi viðurskifti.



Trygdarskeiðini stóran týdning



 



Innihaldið av
trygdarskeiðnum er:




Alarmar og mynstring í neyðstøðu, sum
merkir, hvat hvør maður ger í sambandi við tær ymisku støðurnar, hvar hann skal
møta og hvør hansara uppgáva er o.s.fr.




Ein gjøgnumgongd av
gummibjargingarbátinum og hvør útgerð, ið finst umborð á hesum.



Tann persónliga trygdin, sum drakt, vestur
og tað sum har tilhoyrir.




Stórur dentur verður lagdur á at gera
praktiskar venjingar við gummibátinum og bjargingarútgerðini, har tú skalt
einsamallur maður venda gummibátinum, til hetta lærir tú teknikkin aftanfyri,
har styrki ikki verður brúkt, men bert kropsvektin.




Tú sleppur at leypa í havið, tú verður
heysaður upp úr sjónum og lærir annars at handfara støðuna, tá tú einsamallur –
bert tú - liggur har í einari yvirlivilsisdrakt á havinum – sigst vera sera
einsligt . Afturat hesum verður tú lærdur fyrstuhjálp.



 



Tað
skilst, eftir at hava prátað við nógvar sjómenn, at hóast trygdarskeið er
kravt, so er enn langt á mál, til venjingar eru dagligur dagur umborð á
føroyskum fiskiskipum. Menn sakna, at venjingar verða gjørdar, so sum at gera
royndir við trygdarútgerðina, lata seg í draktirnar, ella at koyra slangurnar
út, sum verða brúktar í sambandi við eld, soleiðis at tú ert til reiðar tá
neyðstøðan er har og vandi er á ferð. Tíverri er tað ikki siður umborð á
føroyskum skipum at hugsa um trygdina í nóg stóran mun, at venjingar eisini
verða partur av gerandisdegnum.



Tó,
sera nógv er hent seinastu árini í sambandi við trygd á sjónum, og
Fólkaheilsuráðið sær hetta sum ein kærkomnan møguleika at samskifta og samarbeiða
við tey, sum arbeiða fyri trygd á sjónum.