Vika 41 er nú ein ABC vika

Hevur tú hugsað um, at tú kanst gera okkurt
gott fyri tína sálarliga heilsu? 



Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10.
oktober ger Fólkaheilsuráðið við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu viku 41
til eina ABC viku. Sostatt verður enn størri dentur lagdur á evnið sálarlig
heilsa. 



ABC
filmar og átøk í ABC vikuni



ABC vikan hevur við sær, at skipað verður fyri
ymiskum átøkum kring landið, sum kunnu setast í samband við sálarliga
heilsu. 



Gjøgnum ABC vikuna verða fimm filmar
almannakunngjørdir, sum kunnu geva íblástur til og kunning um atferð, sum kann
hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Við filminum verður dentur lagdur á, at
tað kann vera einfalt at betra um sína sálarligu heilsu. Hetta er nakað, sum
fleiri longu gera, men kanska ikki eru tilvitað um hevur jaliga ávirkan á
sálarligu heilsuna. Fyrsti filmurin kemur út í dag.



ABC samstarvsfelagar skipa fyri ymiskum
tiltøkum gjøgnum vikuna, sum bæði eru almenn og meira innanhýsis á skúlum,
ellisheimum o.s.fr. Nærri kunning um tiltøkini kemur mánadagin 8. oktober. 



Á Facebook síðuni hjá ABC fyri sálarliga
heilsu verður eisini ein kapping, sum verður knýtt at evninum. Fylg við á
síðuni nær kappingin byrjar.



Sum heild er endamálið við ABC vikuni at gera
fólk tilvitað, um hvat virkar fyri at skapa góða sálarliga heilsu. Eggjað
verður til, at fólk í ABC vikuni gera meira av tí, sum skapar gleði og innihald
í lívinum. Í vikuni kanst tú t.d. savna nakrar vinir, sum tú ikki hevur sæð í
longri tíð, seta tær eina nýggja avbjóðing, fáa alla familjuna at taka lut í
flettingini á ymiskan hátt ella okkurt heilt triðja.



Hví
eina ABC viku?



Sálarligir trupulleikar eru ein økjandi
sjúkubyrða kring heimin. Sambært WHO verða sálarligir trupulleikar størsta
sjúkubyrðan á heimsstøði í 2020. Mett verður, at umleið 50% av øllum íbúgvum í
OECD-londunum fara at fáa sálarligar trupulleikar í sínum lívi. 



Tí meta vit, at tað er av alstórum týdningi,
at vit varpa ljós á trupulleikan, og ikki minst seta sálarliga heilsufremjandi
átøk í verk.



Høvuðsendamálið við altjóða sálarheilsudegnum
10. oktober er at skapa tilvitan um sálarliga heilsu og seta átøk í verk, sum
stuðla undir góða sálarliga heilsu. 



Fólkaheilsuráðið vil við verkætlanini ABC fyri
sálarliga heilsu, ikki bert leggja dent á sálarliga heilsu 10. oktober, men vil
gera viku 41, sum er 8. - 14. oktober, til eina ABC viku. 



ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um, at tú
við at fylgja boðskapinum A) ver virkin, B) ver saman og C) ver hugbundin,
kanst betra um sálarligu heilsuna. 



Evnið er viðkomandi fyri øll, bæði stór og smá
og fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg um at gera nakað,
fyri at varðveita og betra um góða sálarliga heilsu. 



Vit ynskja øllum eina góða ABC viku og gleða
okkum til at deila nýggju ABC filmarnar við tykkum.

skrá fyri ABC vikuna