Faldari - sjálvboðin

Nýggjur faldari um at gerast sjálvboðin

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu og Fólkaheilsuráðið samstarva um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Tórshavnar kommuna hevur í hesum sambandi gjørt ein nýggjan faldara um at gerast sjálvboðin. 

Heilsu- og umsorganartænastan leggur dent á, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og luttaka í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri tey.

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaranum soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Hevur tú hug til at gerast sjálvboðin?

Fleiri eldri borgarar eru nógv einsamallir og ynskja sær tí vitjan og onkran at práta við, at sleppa út at spáka ein túr, ella eitthvørt annað, sum tey hava hug til. 

Sum sjálvboðin fært tú møguleika at knýta nýggj sambond, tú lærir nakað nýtt og tú gert nakað gott fyri onnur. Alt nakað, sum hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna hjá tær og tí, sum tú hjálpir.

Hevur tú hugskot og ynski um at gerast sjálvboðin á eldraøkinum? So tak faldaran omanfyri niður, og fá meiri kunning um, hvussu tú kann gerast sjálvboðin, tí møguleikarnir eru nógvir og bert hugflogið setur mørkini.