Visjón 2015

 

Framtíðarútlitini

Stórar ætlanir eru við
2000-árganginum, sum er roykfríur og skal halda fram við at vera tað.  Fólkaheilsuráðið er úti í hvørjum króki í
landinum, har ráðið hevur sítt læraraumboð í næstan øllum skúlum í landinum. Tað
er hugaligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við børnum, at næstan eingin
teirra roykir longur. Hava avmarkingarnar í roykimøguleikum gjørt, at minkingin
er so markant, at hetta longu byrjar at virka á ungdómin, tá hugsað verður um
tey 15 ára gomlu, so er nógv vunnið, og tað er at gleðast um. Kemur fyrst ferð
á, og vit varðveita hesa gongdina, ja so er einki óført.



Hesin árgangur er
longu sendifólk fyri sakina. Tey skulu vera fyrimyndin hjá teimum yngru
flokkunum, sum koma eftir tey, samstundis sum tey skulu halda tey, ið eru eldri
enn tey sjálvi, í ábyrgd fyri somu søk, bæði børn og vaksin.



 

Kanning juni 2013



2015
Visjónin



ESPAD
kanningin, sum er fjórðahvørt ár fer í 2015 at raka júst henda 2000-árgangin.
Hon sá ikki “for pen út” í 2011, har víst varð á, at av okkara 15 ára gomlu eru
18,7%, sum roykja. Tó, kanningin, vit júst nú hava gjørt, gevur okkum vón um
bata innanfyri tvey ár. Um vit fáa hildið 2000-árganginum til, so eru vit komin
niðurum 5%, har Ísland liggur, sum eitt av teim bestu londunum á okkara leiðum.
Tað verður spennandi at síggja ESPAD kanningina í 2015. Verður tað her, at
Visjón 2015 fer at røkka sínum máli, hvør veit.



ESPAD - European School Survey Project on Alcohol
and Other Drugs – verður gjørd av Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. 35 lond
í Evropa eru við í hesum kanningar-samstarvinum.



 



Vinnarin
varð funnin í Fuglafirði



Útvið 500 næmingar í 7. flokki
hava verið við í kappingini um ein ipod, og tað var Hjørdis á Dalbø Gregersen
sum var hepni vinnarin. Vit vóru í beint fyri jól í Skúlanum í Fuglafirði,
hetta var júst eftir, at tey vóru komin aftur frá jólagudstænastuni, at allir
næmingarnir í 7. flokki fingu hvør sína t-shirt við áskriftini "Árgangur
2000 - roykfríur". Eisini var 2. og 3. virðisløn latin tveimum næmingum,
hetta var ein bók við ævintýrum.



Næmingarnir í 7. flokki kring
landið hava verið við i eini kanning viðvíkjandi royking, úrslitini sum verða á
heimasíðuni næstu dagarnar benda á, at einki verður roykt í hesum aldurbólki.
Tað var í Visjón 2015, at Landsstýrismaðurin setti sær hetta mál, at allur
2000-árgangurin skal vera roykfríur. Hetta er eitt av økjunum, vit hava arbeitt
við í ár og fara at halda fram komandi vár.