Vøkstur í tubbaksnýtsluni

 Roykir tú dagliga?



Ein markant minking millum tey ungu
(15-24 ár).



Bólkurin 50-59 ár hevur tað størstu
økingina í tubbaksnýtsluni.


Tólvta árið
á rað hevur Fólkaheilsuráðið biðið Gallup spyrja tilvildarliga vald fólk um sínar
vanar við atliti at royking, rørslu og kosti. Tilsamans 549 fólk 15 ár og eldri
hava ónavngivin svarað.



Í 2013 er
roykingin fyri tey vaksnu, ið roykja hvønn dag farin frá 25 prosentum í fjør upp
í 27%. Hetta er ein vøkstur, sum kom eitt sindur óvæntað á okkum, tá nógv átøk
hava verið gjørd, fyri at minka um roykingina. Vit eru sostatt á sama stigi aftur
sum í 2005. Tað sæst ikki serligur munur á tølunum fyri kvinnur og menn.

Í 2007 vístu
kanningar, at royking hevði verið í stórari minking, har vit frá 2002 til 2007
høvdu eina minking uppá 13%, frá 37 prosentum niður í 24 prosent, eftir hetta kom
steðgur í við teirri positivu gongdini. Síðani 2007 til dagin í dag, hava
sveiggini verið millum 24% og 29%.

Hyggja vit
at broytingini frá 2012 til 2013, so vísir tað seg, at bólkurin frá 50-59 ár
hevur tað størstu økingina við heilum 7%, har flestir roykjarar eru við 34
prosentum, í fjør vóru tað 27%, sum royktu hvønn dag í hesum aldursbólki.





Hyggja vit
uppá aldursbólkarnar, eru tað 14% av teimum heilt ungu ímillum 15 og 24 ár, ið
roykja hvønn dag. Millum hesi sæst ein minking síðani 2012, tá 21% av teimum
heilt ungu royktu. Hetta má sigast at vera ein markant minking við 7 prosentum.
Tað verður eisini nógv gjørt, fyri at náa ungdómin. Nevnast kunnu “Ársins
roykfríi Skúli” og “2000-árgangurin roykfríur”. Hetta eru átøk, sum eru í gongd
í løtuni.