xhale

Roykiavenjingar skeið



Fólkaheilsuráðið bjóðar nú ókeypis skeið til tey, sum fegin vilja verða
ráðgevarar hjá ungum millum 15 og 25 ár í sambandi við royking og roykisteðg.
Skeiðið er á Hotel Tórshavn dagarnar 7. og 8. mai. Á skeiðnum fært tú
grundleggjandi vitan um royking og roykisteðg.



Vit venda okkum til ungdómsleiðarar, lærarar og heilsustarvsfólk, sum hava
áhuga og brúk fyri einunm amboði í sínum virksemi millum ung. Skeiðið gevur
vegleiðaranum førleikar at vera ráðgevi hjá ungum, sum vilja leggja av, ella
fyri tey, ið bert fegin vilja samrøða um royking. Eftir lokið og staðið skeið, hevur
tú førleikar at undirvísa einstaklingum ella bólkum í roykisteðgi.



Millum nógv átøk, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt fyri at minka um roykingina
her á landi, hevur áður verið skipað fyri skeiðsvirksemi. Tá vendu vit okkum serliga
til starvsfólk á læknamiðstøðum kring landið, har hesi lærdu at samrøða við
borgaran um at leggja av. Tað var skeiðið: “Stutt samrøða um royking og roykisteðg”.
Hesar samrøður eru ikki roykinavvenjing sum so, men heldur ein óbundin samrøða,
har stungið verður út í kortið, hvussu farast skal at,
  og har ein ætlan verður løgd fyri, hvussu
borgarin kann gerast roykfríur.



Sera góð undirtøka var til skeiðið í fjør. 20 fólk luttóku og komu tey
úr
  úr Suðri, norðoyggjum, Eysturoy,
Vágunum og Havnini.



Í ár verður so farið víðari, har tú kanst fáa førleikan at verða ráðgevi
hjá teimum ungu, ið fegin vilja leggja av.



Far á heimasíðuna hjá Fólkaheilsuráðnum: www.folkaheilsa.fo

melda til á leinkju: https://www.surveymonkey.com/s/8YSF85W

ella

Hevur hetta tín áhuga, so ring og práta við Ólav Jøkladal 51 51 55

ella skriva til olavur@folkaheilsa.fo