Ymiskleiki eingin forðing fyri góðum samstarvi

Toymið í verkætlanini hjá
Fólkaheilsuráðnum
ABC fyri sálarliga
heilsu
savnaðist fyri aðru ferð mikudagin t. 15. november, tá eini 40 fólk
vóru samlaði.



Tað er fantastiskt at síggja, hvussu
allir samstarvsfelagarnir taka verkætlanina til sín. Samstarvsdagarnir í
september og nú hava víst, hvussu stovnar, kommunur og feløg hóast stóran
ymiskleika, kunnu síggja alskyns møguleikar fyri at samstarva, bæði í mun til
ymiskt virksemi og øki í landinum og við hesum samstarvinum skapa góðar karmar
fyri ABC virksemi. Øll koma við hvør sínum royndum, hugskotum og tilfeingi, og
er hetta við til at menna verkætlanina.



Útlitini fyri at ABC virksemi fer
at spretta eru góð við hesum fantastiska og breiða hópi. Tað merkist at
samstarvsfelagarnir eru hugbundnir í verkætlanini, og at teir meta at hetta er
ein týdningarmikil uppgáva, ið vit vilja arbeiða við í felag, tí sálarlig
heilsa viðvíkur okkum øllum, uttan mun til um vit eru sálarliga væl fyri ella
ikki. Hetta merkir, at samstarvsfelagnir fara at gera sítt til, at tað verður
lættari hjá tí einstaka at gerast partur av einum felagsskapi, og styrkja sína
sálarligu heilsu.  

Meir kunning um ABC fyri sálarliga heilsu her

Yvirlit yvir samstarvsfelagar her