Jóhanna Katrina Jacobsen

Jóhanna Katrina Jacobsen varð vinnari í kappingini um pappírsendurnýtslu

Í vikuni vóru vinnararnir av filmkappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnir til hátíðarhald í Perluni, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, handaði teimum vinningarnar, ein kekk og føroyskar plantur frá Skógrøktini.

Á fyrsta plássi var filmurin “Papp-dukkuhúsið”, sum Jóhanna Katrina Jacobsen hevði gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini: “Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.” 


Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ein norðurlendsk frágreiðing vísir, at í Føroyum ber til at tvífalda mongdina av pappi og pappíri, sum fer til endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnastu um sera góða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning. 

Í dómsnevndini sótu:
Beinta Haraldsen, Klippfisk
Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk
Sissal Evudóttir Lervig, IRF
Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna
Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=d8vVNgEv7mA]
Á fyrsta plássi og sostatt besti filmur var “Papp-dukkuhúsið”, sum Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini: “Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.”

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=H8u-pY3HYPY]
Á øðrum plássi var filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan: “Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.”

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=vPqdU7C1bAY]
Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini “miðlakunnleiki” á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.
Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini.”