Kapping um at gerast Ársins roykfríi skúli 2014

Aftur í ár fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri kappingini um Ársins roykfría skúla. Kappingin er millum 5. – 10. Flokkarnar í Føroyum. Í fjør var tað 8.a. í Eysturskúlanum, sum vann og soleiðis gjørdi sín skúla til Ársins roykfría skúla. Tað vóru 53 flokkar, sum meldaðu til kappingina.


Í ár verður latið upp fyri tilmelding mánadagin 1. September kl. 17 á hesi leinkju: http://folkaheilsa.fo/news-arsins+roykfrii+skuli+2014+tilmelding.htm


Umframt at vinna skúla sínum heiðursplátu sum váttan fyri vinningin, vinnur skúlin eina konsert við Sakaris. Konsertin verður í skúlanum, sum vinnur kappingina.


MELDA TIL KAPPINGINA "ÁRSINS ROYKFRÍI SKÚLI 2014"


Meiri kunning um átakið