Vinnari av teknikapping í fjør

Karsten handar virðisløn á torginum

Framsýning við Tekningum

Handanin av vinningunum, sum er ein gávukekkur, verður í morgin kl. 13 á Torginum. Tað verður landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen, sum kemur at halda røðu og handa vinningarnar.

Kappingin er fyri tey, sum eru í aldrinum frá 0 til 14 ár. Tað eru tríggir bólkar: børn undir 7 ár, 7-10 ár og 11-14 ár.

Tað sær út til, at roykingin millum ung er í støðugari minking. Nógv verður gjørt burturúr, fyri at náa ungdómin. Nevnast kunnu “Ársins roykfríi Skúli”, “Árgangur 2000 roykfríur”, og so teknikappingin fyri børn, har vinnararnir fáa handaðar virðislønirnar í morgin kl. 13 á Torginum í SMS.