1,2 tons av hoyggi upp í royk í Sandagerði

Kastið tubbakið á bálið komandi hósdag

Í brævi í dag til Kommunurnar kring landið, heita vit á tær um at hjálpa fólki komandi hósdag, sum er altjóða roykfríur dagur, at gera enda á tubbakinum og lata tað fara upp í royk á ein øðrvísi hátt enn vanligt.


Vit hava brent 1,2 tons av hoyggi í farnu viku, hetta fyri at vísa á, hvussu nógv verður roykt í Føroyum uppá eina viku. Vit heita á kommunurnar um at gera bál, so fólk fær henda møguleikan, nevniliga at kasta tubbakið á bálið.


Niðurteljingin er byrjað: “Tað eru tríggir dagar, til tú ert roykfríur”


fakta:

Í Føroyum verður roykt árliga umleið 55 tons av tubbaki

Í Føroyum verður roykt árliga fyri umleið 120 milliónir krónur



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=2AhvRxA1tkU]