Klaksvíkar kommuna setir ABC fyri sálarliga heilsu á breddan í sambandi við Ung í arbeiði

Klaksvíkar kommuna, ið er samstarvsfelagi í verkætlan okkara, ABC fyri sálarliga heilsu, skrivar í tíðindaskrivi í dag, at tey við verkætlanunum hjá sær, ABC fyri sálarliga heilsu og Ung í arbeiði, samstarva um at varpa ljós á sálarliga heilsu í gerandisdegnum. Umframt at kunna tey ungu um sálarliga heilsu, fær ABC krabbagággan hjá okkum við hesum átaki og hugflogi nýtt lív, ið kann røkka enn fleiri borgarum, og tað fegnast vit um.

Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

SÁLARHEILSA EISINI Á BREDDAN Í SAMBAND VIÐ UNG Í ARBEIÐI

Sum samstarvspartur í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, varpar Klaksvíkar kommuna ljós á sálarheilsu. Hesaferð ígjøgnum verkætlanina Ung í arbeiði.

ABC fyri sálarliga heilsu tekur útgangsstøði í gerandisdegnum við boðskapinum um at vera virkin, saman og hugbundin, og verkætlanin hevur m.a. kastað ABC-krabbagogguna, sum er eitt amboð til at seta í gongd tankar og samrøður um sálarheilsu, av sær. Á ABC-krabbagogguni eru átta spurningar skrivaðir, ið tú kann seta tær sjálvum ella øðrum rundan um teg í gerandisdegnum. Tað eru hesir spurningarnir, sum í ár eru partur av Ung í arbeiði verkætlanini.

Ung arbeiða saman við ABC fyri sálarheilsu 
Í ár hevur Ung í arbeiði eina høvuðsstøð ið kallast Verkstovan. Verkstovan er eitt stað, har ungu luttakarinir gjøgnum summarið hava møguleika at savnast um hugnaliga samveru, prát um arbeiðsdagin og at luttaka í ymiskum virksemi. Virksemið í Verkstovuni miðar ímóti at gera unga borgaran sjónligan í býarmyndini, samstundis sum at virksemið hevur virði fyri fjøldina. Í løtuni gera tey ungu m.a. serliga litføgur busskeltir til býarbussin, sum í summar verða sett upp á bussteðgistøðunum í Klaksvíkar kommunu. 

- Ein liður í at fáa boðskapin hjá ABC fyri sálarliga heilsu út, er at innlima ABC í tað virksemið, sum longu er í Klaksvík. So tá ið eg frætti, at ung í Verkstovuni vóru í gongd við at gera serlig skelti til bussleiðina, helt eg tað vera upplagt, at tvær verkætlanir hjá Klaksvíkar kommunu, ABC fyri sálarliga heilsu og Ung í arbeiði, samstarvaðu um sálarliga heilsu í gerandisdegnum. Vit gjørdu tí avtalu um at flætta spurningarnir frá ABC-krabbagogguni uppí skeltingina hjá Ung í arbeiði, soleiðis at hesir verða sjónligir í býarmyndini, sigur Anja Olsen, sum umboðar Klaksvíkar kommunu í ABC-samstarvinum. 

- ABC verkætlanin snýr seg um gerandisdagin, og at bíða eftir bussinum er eisini ein partur av gerandisdegi okkara. Og tá er tað jú upplagt at seta sær sjálvum ella einum øðrum, sum eisini bíðar eftir bussinum, ein spurning frá ABC-krabbagogguni, sum nú verður at finna á litføgru busskeltunum, t.d. spurningin: “hvar finnur tú møguleikan at fordjúpa teg?” ella: ”nær gjørdi tú seinast okkurt gott fyri onnur?”, leggur Durita Samuelsen, samskipari av Ung í arbeiði afturat.

ABC vitjaði í Verkstovuni
Ung í arbeiði verkætlanin snýr seg um at læra tey ungu í Klaksvíkar kommunu um arbeiði, og boðskapurin um sálarliga heilsu er ikki minst galdandi á arbeiðsplássum, har nógv okkara brúka størsta partin av gerandisdegnum. Umframt samstarvið um busskeltini, var Anja Olsen tí á vitjan í hugnaligu hølunum í Verkstovuni mikudagin, har hon greiddi teimum ungu frá ABC og sálarheilsu í mun til arbeiði.

Øll tey ungu sum eru við í Ung í arbeiði verkætlanini í ár, eru vælkomin í Verkstovuna hvønn gerandisdag frá kl.14 – 16, í tíðarskeiðinum 2. juli – 10. august.

 

 

https://klaksvik.fo/news/3865/salarheilsa-eisini-a-breddan-i-samband-vid-ung-i-arbeidi