Klamydiakanningin er av

Klamydiaátakið er nú av, og kanningin vísti, at 7 % av teim kannaðu høvdu klamydia.

Í alt vóru 1097 brøv send út til 20 ára gomul við tilfarið til heimakanning og upplýsing um kynsjúkuna klamydia.
383 hava sent inn aftur, tað vil siga at 35 % hava latið seg kanna.

Hetta er tó ov lítil luttøka til at kunna siga við vissu, hvussu støðan viðvíkjandi klamydia er hjá 20 ára gomlum í Føroyum.

Til tess skal meiri enn tveir triðingar hava latið seg kanna. Hóast tað, kann hendan kanningin geva eina ábending um, at umleið 7 % av 20 ára gomlum hevur klamydiasmittu. Ella helst minni enn tað, tí mest sannlíkt eru tað tey, ið hava illgruna um smittu, sum hava sent inn.

Samanborið við grannalond, liggja tølini frá líknandi kanningum millum 5 og 8 %.




Talva yvir tilburðir av klamydia hjá 20 ára gomlum í 2010 - Heimakanning

Vísandi til talvuna omanfyri sæst, at fleiri menn enn kvinnur hava lati seg kannað, men tvífalt so nógvar kvinnur hava klamydiasmittuna í mun til menn.

Alt bendir á, at tað framhaldandi er orsøk til at halda eygað við kynssjúkum og at leggja dent á fyribyrging.