Marta Wang Jøkladal, sjúkrarøktarfrøðingur

Kol- og diabetes kanningar í Suðuroy

Vit verða í Suðuroy í næstu viku.


Fólkaheilsuráðið ger í løtuni kanningar kring landið. Komandi viku kanst tú verða kannaður fyri KOL / Typa2 diabetes í Suðuroy. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.

 

Vit verða á Tvøroyari mikudagin og hósdagin og fara síðani til Vágs fríggjadagin og leygardagin - hetta er í komandi viku.


Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.


Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur.


Ráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.


Melda til kanning á telefon: 515155 millum 9 og 16