Kom uppí Gonguliðið!

Tá útivikan fer av bakkastokkið mánadagin 19. maj, sendir Fólkaheilsuráðið umboðsfólk til gongu kring landið. Tey eru partur av Gonguliðnum, sum eisini tú kanst gerast partur av.

Gonguliðið hjá Fólkaheilsuráðnum er átak, sum hevur til endamáls at fáa føroyingar út at ganga.


Tað einasta tú skalt gera er at fara út at ganga, og um tú hevur hug, kanst tú eisini melda teg til liðið við at dáma okkara síðu á facebook.com/gongulidid


Um tú hevur hug, ber eisini til at taka niður eitt sokallað "badge", sum tú kanst seta á tína vangamynd fyri at vísa, at tú ert partur av Gonguliðnum.


Á síðuni kanst tú hitta umboðsfólkini kring landið, vísa myndir frá túrum, tippa onnur um eina serliga góða rutu o.s.fr.


Høvuðsendamálið er, at øll kunnu vera við.


Vónandi fara vit at fáa Føroya størsta gongulið til gongu í summar! Kom við!