foto: Kjartan Madsen - Sakaris á Palli í Skúlanum á Giljanesi

Konsert í Skúlanum á Giljanesi

Flokslærarin hjá 9. Flokki í Skúlanum á Giljanesi, Rutt á Plógv, fekk í gjár handað heiðursplátu, sum staðfestir, at skúlin er Ársins Roykfríi Skúli 2014. Flokkurin vann skúla sínum henda heiður, og plátan verður hongd upp í skúlanum. Allir næmingarnir vórðu samlaðir til eina konsert við Sakaris, hetta saman við heiðursplátuni var vinningurin, sum Fólkaheilsuráðið lat í ár.

Talið av luttakandi flokkum økist ár undan ári, í ár vóru tað so 67 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í kappingini. Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. september til 9. Oktober. Hetta megnaðu 42 flokkar, og í lutakasti, sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri, gjørdist 9. flokkur úr Skúlanum á Giljanesi hepni vinnarin.

Vit ynskja teimum til lukku!


myndirnar hevur Kjartan Madsen tikið


Tøl og fakta frá 2014: 

Luttakandi børn frá 5. til 10. flokk: 1280

Luttakandi flokkar: 67

Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 42

Vinnandi flokkur: 9. Flokkur úr Skúlanum á Giljanesi

Skúlin á Giljanesi er tískil Ársins Roykfríi Skúli.

 

Tøl og fakta frá 2013: 

Luttakandi børn frá 5. til 10. flokk: 1039

Luttakandi flokkar: 55

Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 49

Vinnandi flokkur: 8. a í Eysturskúlanum.

Eysturskúlin er tískil Ársins Roykfríi Skúli.

 

Tøl og fakta frá 2012:

32 flokkar luttóku

Vinnari var 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt

Luttakandi børn í 2012: 520