Kosttoymið í Miklagarði

Kosttoymið hjá Fólkaheilsuráðnum samstarvar við Miklagarð í Útivikuni.


Mikudagin 25. - 27. mai, verða tey 8 kostráðini gjørd sjónlig á leskiligan og litfagran hátt í Miklagarði við alskyns góðskufullum og heilsugóðum matvørum.

Kosttoymið fer at standa í Miklagarði allar dagarnar frá kl. 15-18. og eru sjálvsagt fús at svara ymsum spurningum, ið kunnu stinga seg upp :)

Ynskiligt er at gera slíkt tiltak aðrastaðni í landinum framyvir.


Kosttoymið í Kostárinum 2011

Did Nicolajsen
Gyða í Gongini
Snorri Patursson