Lættir fiskarættir í handilin

Tað skal vera lættari hjá føroyingum at velja fisk til nátturða. Nógvar lidnar vørur eru at fáa í handlunum, men ofta eru tær minni heilsugóðar. Tá tað skal ganga skjótt fyri seg, kann tað tí vera torført at velja tað “sunna”. Vit vilja geva fólki eitt val, sum er heilsugott og líka lætt. 


Tí valdu vit at siga ja til samstarvið við Miklagarð um at menna nakrar heilsugóðar lidnar fiskarættir. Til at gera rættirnar eyka innbjóðandi og leskiligar, var Oddvør Skarðhamar við til at menna uppskriftirnar og framleiða tær fyrstu royndirnar. 


“Lættir Miklarættir” fáast nú til keyps, og vónandi fer hetta at hava við sær, at fleiri velja sær ein lættan fiskarætt fram um aðrar lidnar vørur.

  

Fyri at Fólkaheilsuráðið skal kunna góðkenna ein rætt sum heilsugóðan, skulu fleiri atlit takast. 

Ein fiskarættur skal ikki hava ov nógv av øðrum feitti í, har skal vera nógv grønmeti og ikki ov nógv salt. Tilhoyrið hevur eisini týdning fyri samlaðu máltíðina. 

Feitt frá fiski er fult av omega-3 feitti, sum er gott fyri heilsuna. Serliga feitu fiskasløgini sum laksur, sild og makrelur hava nógv av omega-3 feitti.  


Teir báðir rættirnir, ið eru valdir út, eru við føroyskum fiski, frískum grønmeti og eru teir skjótir at gera lidnir í ovninum. Tann eini er eitt fiskafat við toski, súreplum og purru, og hin er ein fiskalasanja við laksi, toski, grovum grønmeti og fullkorns lasanjuplátum.


Uppskriftin uppá fiskafat er til 3-4 persónar


500 gr. av toski

2 súreplir

2 purrir

1 bát av hvítleyki

1 spsk av olivenolju

8 tomatir

1 dl. av matróma 13%

1 tsk av salti

3 tsk av maizenamjøli


Sker súreplir og purrir smátt og steik saman við oljuni og pressaða hvítleyksbátinum. Hakka tomatirnar smátt og steik saman við. Rør maizenamjølið saman við rómanum og koyr í blandingina og lat kóka. Koyr fiskin og sósina í eitt fat. Bakast við 175 gr í umleið 20-25 min. At hava afturvið grovt salat og fullkornsrís.