Legg av at roykja – 18 góð ráð



1. Legg av fullkomuliga beinanvegin. Í longdini er tað vanliga tann lættasti og munabesti mátin at leggja av at roykja.

2. Lat vera við at ganga við sigarettum uppi á tær.

3. Legg av at roykja ein dag í senn. Ikki hugsa um næsta ár, næsta mánað, næstu viku ella enntá í morgin. Legg teg heldur eftir ikki at roykja frá løtuni, tú vaknar, til tú sovnar.

4. Royn at menna hugburðin, at tú hjálpir tær sjálvum við ikki at roykja. Dvøl ikki við tankan um, at tú noktar tær sjálvum eina sigarett. Tú ert í holt við at sleppa tær av við roykivanan, tí tú ert nóg góður við teg sjálvan til at vilja hetta.

5. Ver errin um, at tú ikki roykir.

6. Ver varugur við, at nógvir vanar og vanligar støður kunnu fáa teg at munga eftir eini sigarett. Dømir um slíkar støður eru: at drekka kaffi ella alkohol, sita í barr ella vertshúsi, sosial samvera við roykjandi vinum, kortspøl ella tá tú ert liðugur at eta. Royn at halda fast við tínar vanligu vanar, ímeðan tú leggur av. Um ein uppgáva ella støða tykist ov trupul, so kanst tú steðga við tí ella rýma frá og venda aftur seinni. Ikki halda, at tú mást gevast við nøkrum vana ella ítrivi í allar ævir. Alt tað, sum tú gjørdi sum roykjari, fert tú at duga at gera minst líka væl ella betur, tá ið tú ert ein fyrrverandi roykjari.

7. Skriva tær ein lista við øllum orsøkunum til, at tú vilt leggja av at roykja. Hav hendan listan við tær í sama lumma ella tasku, sum tú fyrr hevði sigarettirnar í. Tá ið tú so av vana hevur hug at fara eftir eini sigarett, tekur tú so listan fram og lesur hann.

8. Drekk ríkiligt av fruktsaft ella djúsi teir fyrstu 3 dagarnar. Tað hjálpir til at fáa nikotinið úr kroppinum.

9. Fyri at minka um vandan at taka uppá, kanst tú eta grønmeti og frukt heldur enn bomm og køkur. Í fyrstani kunnu sellarí og gularøtur vera nýttar sum “falskar sigarettir”.

10. Um tú ert bangin fyri at taka uppá, ven/íðka onkran ítrótt regluliga og við máta. Um tú ikki ert vanur við at venja, kanst tú biðja ein lækna ella ráðgeva um hjálp at finna ella gera eina hóskandi venjingarskrá, ið passar til teg og tína heilsustøðu.

11. Um tú kemur í eina kreppu (t.d. punktering, ódn, sjúka í familjuni), meðan tú leggur av, minst so til, at royking loysir ikki trupuleikan. At roykja fer bara at gera ta upprunaligu støðuna truplari og koma tær í eina aðra kreppu – aftur at vera bundin av nikotini.

12. Met teg sjálvan at vera ein “roykiholikara” – ein guvur og so ert tú bundin aftur. Uttan mun til hvussu leingi tú hevur verið roykfríur, so kanst tú ikki kenna teg tryggan við at fáa tær ein guv.

13. Lat vera við at kjakast við teg sjálvan um hvussu nógv, tú mungar eftir eini sigarett. Spyr teg sjálvan, hvussu tað hevði verið, um tú roykti líka nógv sum fyrr. Antin roykir tú – ella roykir tú ikki.

14. Goym pengarnar, sum tú vanliga hevði brúkt til sigarettir, til at keypa tær okkurt serligt, tá tú hevur spart upp í eina viku ella ein mánað. Um tú savnar í eitt ár, kanst tú t.d. fara eina ferð uttanlands.

15. Ven teg at anda djúpt inn og út nakrar ferðir, tá tú mungar.

16. Far til støð, har tað ikki ber til at roykja, t.d. ymisk søvn og roykleysar matstovur.

17. Sig við fólkini, tú kennir, at tú hevur lagt av at roykja.

18. Minst til, at har eru bert tvær orsøkir til at fáa tær ein guv, tá tú hevur lagt av. Antin tí tú gert av at fara aftur at roykja, sum tú gjørdi fyrr til roykingin oyðileggur og drepur teg; ella tí tær dámar so væl abstinensir, at tú vilt, at tær skulu vara so leingi sum møguligt.

Um hvørgin av hesum møguleikunum ljóðar góður: LAT VERA VIÐ AT FÁA TÆR EIN GUV AFTURAT