Levi Kirke Djurhuus

Levi var hepni vinnarin

Levi vann ein iPad air, sum Fólkaheilsuráðið lutaði út.

Hepni vinnarin í sambandi við Kostverkætlanina hjá Fólkaheilsuráðnum seinastu fimm vikurnar var vágbingurin Levi Kirke Djurhuus. Levi er 13 ára gamal og gongur í 6. flokki. Í frítíðini dámar Levi væl at spæla guittar, hann far eisini undirvísing á ljóðførinum.

Kostátakið, sum hevur verið bæði í Havnini og á Tvøroyri, hevur verið sera væl eydnað. Kundin hevur verið drigin inn í átakið, og soleiðis verið virkin og svarað spurningum, umframt at fáa høvi til at smakka eitthvørt í sambandi við tey temu, sum hava verið tær ymisku vikurnar. Á skránni var fullkorn, soltið kjøt, frukt og grønt, fiskur og til seinast tað søta.

Vit ynskja Levi til lukku við vinninginum.