Øll frágreiðingin (gjørd várið 2013) samlað fæst niðanfyri:
Tað góða lívið í Føroyum

Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum tekur støði í

les meir

LÍVSNØGDSEMI - kanning á vári 2013

Pdf-útgávuna fæst niðast á síðuni:

“Tað góða lívið.  Fólkaheilsuráðið setti sær í fjør (2012) fyri at kanna, hvussu føroyingar trívast í Føroyum. Til endamálið valdi FHR at nýta kanningina “Better life initiative” hjá OECD. Vit kunnu í stóran mun fegnast um úrslitini av kanningini, sum seta Føroyar á fremstu røð innan fleiri av teimum ellivu økjunum, sum kanningin setir sjóneyku á. Innan fýra av ellivu økjum liggja Føroyar á fyrsta plássi. Innan onnur trý øki liggja Føroyar millum trý tey ovastu londini, umframt at vit á sjey øðrum økjum eru millum fremstu lond. Innan tvey øki megna vit kortini ikki at vera við millum tey fremstu. Hetta er innan inntøku og útbúgving. Herfyri skýrdi OECD Australia sum heimsins eydnusamasta land, og nøkur av okkara grannalondum vóru ímillum tey tíggju eydnusamastu londini í heiminum.  Við hesum úrslitinum kunnu vit tískil vænta, at vóru Føroyar partur av hesi alheims kanning, so lógu vit eisini millum hesi lond”.

Føroyar besta land í heiminum.pdf