Lógargrundarlag


§ 1. Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkjatiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- ogheilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum:

1) at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk,

2) at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið,

3) at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum,

4) at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum.

5) at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.

§ 2. Í Fólkaheilsuráðnum sita 7 limir, tilnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, 3 limir eru heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum.

§ 3. Landsstýrismaðurin kann seta aðrar sakkønar nevndir til stuðuls í sambandi við uppgávur ráðsins. Limir í slíkum nevndum kunnu veljast millum fólk og feløg, ið ikki eru limir í ráðnum.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan ráðsins eftir tilmæli frá ráðnum.

§ 5. Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá Fólkaheilsuráðnum og hjá møguligum øðrum sakkønum nevndum.
Stk 2. Landskassin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.

§ 6. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at ráðið fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um sjálvstøðug skrivstova skal setast á stovn.

§ 7. Fólkaheilsuráðið almannakunnger minst annað hvørt ár frágreiðing um virksemi ráðsins.


J.C. Svabosgøta 43
FO 100 Tórshavn
Tlf. nr. 30 47 00
Fax nr. 30 47 05
Teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo

Tygum eru vælkomin at tekna hald av tíðindabrævi frá Fólkaheilsuráðnum

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.