Fólkaheilsuráðið verður á Torginum í SMS 30. og 31. august 2013, hetta er í sambandi við árligu Heilsudagarnar.

Fólkaheilsuráðið raðfestir at leggja dent á kostrákið fyrr og nú, og við denti á umhvørvið, og ovurnýtsluna serliga í vesturheiminum.

Hetta verður víst á tveimum borðum á Torginum í SMS

Fyrr - borðið

Á ”Fyrr” borðinum er støðið tikið í seinastu 30 árunum. Her kann nevnast, lightbyglgjan, feitt forskrekkilsi og feittforvirringin. Umframt ídnaðarvørur, liðugrættir, matur, ið er pakkaður inn í nógv plastikk, og sum heild matur, ið mettar lítið. Við øðrum orðum: deyður matur!

Eisini er ein mynd framvið síðuni á ”Fyrr” borðinum, ið vísir hvat ein týsk familja etur gjøgnum eina viku. 

Nú - borðið

Á ”Nú” borðinum verður støðið tikið í feskari kostgransking, føroyskari og norrønari matmentan. Mat, ið mettar, fullkorn, heilkorn, einfeldni og árstíðirnar.

Við øðrum orðum: livandi matur!

Eisini verður dentur lagdur á gerandisvørur, og at heilsugóður matur nýtist ikki at vera kostnaðarmikil.

Á síðuni á ”Nú” borðinum sæst ein mynd frá einari listaframsýning frá 2011, ið nevnist Hungry Planet. Myndin vísir hvat ein familja frá Equador etur gjøgnum eina viku.