Næstan fimta hvørt danskt barn verður rakt av passivari royking

Statens Institut for Folkesundhed í Danmark hevur kungjørt úrslitið av eini kanning, sum hevur heitið "Danske børns sundhed og sygelighed".
Ein partur av kannigini vísur, at 18% av donskum børnum vera ávirkað av passivari royking heima við hús.

31. mai er heimsins tubbaksfríi dagur
”World Health Organization” skipar 31. mai - á hvørjum ári - fyri heimsins tubbaksfría degi.

Úrslitið av donsku kanningini vísur, at tað er neyðugt at varpa ljós á passiva royking, og at børn – í stóran mun - vera rakt og ávirkað av passivari royking.