Felagsmynd frá tiltakinum sameindur fótbóltur.

ABC hópurin økist

Verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið samskipar, hevur nógvar ymiskar samstarvsfelagar, ið allir á hvør sín hátt eru við til at skapa betri karmar, fyri at vit kunnu fremja okkara sálarligu heilsu og gerast partur av sosialum felagsskapi í Føroyum. 

Nýggjasti samstarvsfelagin í hópinum er Parasport Føroyar, ið við t.d. “sameindum fótbólti” gevur børnum og ungum, bæði við og uttan ymiskar serligar avbjóðingar, høvi at spæla fótbólt saman undir skipaðum umstøðum. Dentur verður lagdur á sosiala inklusjón og vinarlag, við at sameina fólk ígjøgnum ítrótt.

ABC hópurin telur nú 14 samstarvsfelagar, ið eru við til at røkka einum breiðum málbólki í Føroyum. Samstarvsfelagarnir eru hesir:

Parasport Føroyar, Føroya Skótaráð, Ítróttar Samband Føroya, Føroya náttúru og umhvørvisfelag, Vágs Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Sunda Kommuna, Reyði Krossur Føroya, Samkoman Lívdin, Almannaverkið, Gigni, SSP, Sinnisbati og Kommunufelagið. 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=kwqNWqjhpNk]
Atljóða sálarheilsudagur - ABC verkætlan í Føroyum