Mynd: Ergoterapeutfelagið

ABC røkkur nú enn fleiri í Føroyum

Ergoterapeutfelagið hevur tikið stig til at gerast partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. 

Samstarvið í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hevur nú verið í gongd í meira enn eitt ár. Áhugin fyri verkætlanini hevur verið stórur. Fólkaheilsuráðið hevur fingið fyrispurningar frá ymiskum feløgum og stovnum um at blíva partur av verkætlanini. Ergoterapeutfelagið hevur tikið endaligt stig til at vera við í verkætlanini, og vil gera sítt til at gera tað lættari at betra um sálarligu heilsuna í Føroyum og leggja dent á evnið. Í ABC samstarvinum eru nú 18 stovnar, feløg og kommunur.


Samsvarar við hugsjónina hjá Ergoterapeutfelagnum

Ergoterapeutfelagið sigur soleiðis, um hví tey ynsktu at verða partur av ABC fyri sálarliga heilsu:

”Ver virkin, ver saman, ver hugbundin” samsvarar sera væl við hugsjónini hjá Ergoterapeutfelagnum um týdningin at hava ein virknan gerandisdag alt lívið, við teimum førleikum og teimum fyritreytum, vit menniskju hava. Vit meta, at tað er av alstórum týdningi at seta sálarheilsu á dagskránna, so ljós verður varpað á heilsufremjan og fyribyrgjan. Tí hevur Ergoterapeutfelagið avgjørt at gerast ein partur av ABC verkætlanini og vit gleða okkum til samstarvið. 


ABC samstarvið

Í verkætlanini er eitt toymi av samskiparum úr 18 ymiskum stovnum, feløgum og kommunum í Føroyum. Samstarvsfelagarnir møtast fýra ferðir um árið og fáa gjølla kunning, undirvísing og møguleika fyri at kjakast og hugleiða um átøk, sum kunnu setast í verk innan økið. Samstarvsfelagarnir eru ein týdningarmikil partur av verkætlanini, tí samstarvsfelagar kunnu skapa góðar karmar og møguleika fyri at skapa eitt sálarliga heilsufremjandi umhvørvið og møguleika fyri at gerast partur av sosialum felagsskapi í Føroyum.

ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan, sum við boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vil vísa á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu heilsuna. 

Fyri meira kunning, trýst her.