ABC krókur í Østrøm á altjóða sálarheilsudegnum

ABC vikan væleydnað

ABC vikan er nú farin aftur um bak. Í ABC vikuni, ið var t. 8. - 14. oktober, vóru fimm filmar kunngjørdir og fleiri ymisk átøk vóru gjøgnum vikuna. Endamálið við ABC vikuni var at varpa ljós á sálarliga heilsu við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri.

Vit hava varhugan av, at tað við ABC kampanjuni eydnaðist at røkka eini stórari fjøld í Føroyum og í størri mun skapa tilvit um, hvussu ein kann betra um og varðveita góða sálarliga heilsu. Tað eru vit ómetaliga glað fyri.

Tikið væl ímóti ABC filmunum

Ein filmur bleiv kunngjørdur hvønn gerandisdag í vikuni og eru allir filmarnir tilsamans blivnir vístir umleið 104.000 ferðir – og hetta bert á Facebook og Instagram síðunum hjá okkum. Fólk hava tikið væl ímóti filmunum. Summi hava tikið stig til sjálvi at blíva vitjunarvinur, eftir at hava sæð ein film um eina ommudóttur og ommu, sum eru vitjunarvinir saman – so á tann hátt er herferðin sera væleydnað.   

Við fimm filmum við ymiskum føroyingum sum tókust við ymiskt virksemi, vístu vit á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sína sálarligu heilsu, og hvønn týdning slíkt virksemi hevur fyri tey. Í ABC kappingini hjá okkum, ið snúði seg um “hvat ger teg glaða/glaðan” var afturvendandi í viðmerkingunum, at familja, vinir og ymiskt frítíðarvirksemi ein kann hugbinda seg í, er við til at skapa gleði millum føroyingar.

Ein rúgva av átøkum kring landið

ABC samstarvsfelagar skipaðu eisini fyri ymiskum tiltøkum í ABC vikuni: vitjað varð á skúlum, dagstovnum og innan ymisk verandi átøk innan eldraøki í Klaksvíkar-, Sunda-, Tórshavnar- og Tvøroyrar kommunu, og meira almenn tiltøk sum “gakk og renn” og “verkstova um at vera sjálvboðin” vóru eisini.  

ÍSF skipaði fyri Bocca á Boanesheiminum, Gigni skipaði fyri felags foreldrabólki, Sinnisbati skipaði fyri Altjóða sálarheilsudegnum í Østrøm saman við fleiri øðrum, og Lívdin og Blái Krossur Føroya høvdu meira innanhýsis átøk. Felags fyri øll átøk var, at tey løgdu dent á evnið sálarliga heilsu við at vera virkin, vera saman og vera hugbundin.

Útvarpssendingin Nón setti millum annað eisini veruliga evnið sálarliga heilsu á breddan gjøgnum vikuna, og ein heildarætlan bleiv kunngjørd á altjóða sálarheilsudegnum, “Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum”, har tað bleiv viðmælt at Fólkaheilsuráðið heldur fram við og styrkir verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu.          

Enn eitt ABC átak í vikuni

Í sambandi við Heystfagnaðin í SMS hesa vikuna, er ein ABC krókur á torginum týsdag og mikudag frá kl.10-17. Fríggjadagin eru ymiskir ABC samstarvsfelagar á torginum frá kl.12-17, har høvi er at hoyra um og royna ymiskt virksemi, ið ein kann ganga til í Føroyum.                                     

Her kanst tú síggja teir fimm ABC filmarnar: http://www.folkaheilsa.fo/news-abcvikan+2018+fimm+filmar.htm