Altjóða tubbaksfríi dagur

Tubbak og hjartasjúkur

Dagur: 31 mai 2018

Hvørt ár markerar WHO saman við samstarvsfeløgum Altjóða tubbaksfría dagin 31. mai. Ljós verður varpað á heilsu og aðrar vandar í sambandi við tubbaksnýtslu, og stuðlað verður uppundir almenn átøk fyri at minka um tubbaksnýtsluna.

Í ár er evnið tubbak og hjarta sjúkur. Átakið skal menna ástøðiliga vitan um:

  • samanhangin millum tubbak og hjarta-æðra-sjúkur, harímillum hjarta tilburð, sum samanlagt er størsta deyðsorsøkin í heiminum.
  • møgulig átøk og tiltøk sum lyklapersónar, eisini myndugleikar og almenningur, kunnu gera fyri at minka um vandan fyri hjartasjúkum, sum standast av tubbaki.

Altjóða tubbaksfríi dagurin 2018 leggur dent á ta heimsumfatandi ávirkan tubbakið hevur á hjarta-æðra-sjúkur.

Hóast nógva vitan um avleiðingarnar av tubbaki og nógvar tøkar loysnir, sum kunnu minka um vandan fyri hjartasjúkum, er vitanin hjá almenninginum, um at tubbak er ein av høvuðsorsøkunum til hjarta-æðra-sjúkur, avmarkað, sigur WHO á sínari heimasíðu:

http://www.who.int/campaigns/no-tobacco-day/2018/en/