Bóklingur til ung um rúsevni

Kennir tú onkran, sum er í vanda fyri at blíva bundin av rúsevnum, so sig teimum, at tú heldur tey eru bundin.

Tað er ringt hjá teimum, sum nýta rúsevni, sjálvi at skilja, at tey eru bundin av rúsevnum. Og tað er næstan ógjørligt at hjálpa teimum, um tey ikki skilja, at tey hava trupulleikar.

Um ein vinur roynir rúsevni í einum balli, so lat vera við at siga nakað, meðan tit eru í ballinum, og hann er ávirkaður.
Bíða nakrar dagar, og fortel so vininum, at tú veit, at hann tekur rúsevni, og at tú heldur, at tað er øgiliga býtt. Kanska roynir vinurin at goyma ein trupulleika, sum hann fegin vil tosa um?

Tosa við foreldrini hjá tær, ein lærara, ella onkran annan vaksnan, tú hevur álit á, um tað. Kanska følir tú, at tú svíkir vinin, tí tú ‘slatrar’. Men tað er alneyðugt og ber prógv um gott vinalag at tosa við onnur um rúsevnistrupulleikarnar hjá vininum.

Heinta faldaran í PDF.

Hent at vita um rusevni til ung.pdf