Børnini eru úti hesa vikuna

Í útivikuni hevur barnagarðurin á Mýrunum í Runavík skipað fyri útiaktivitetum. Hetta brævið varð sent foreldrunum í farnu viku:

Góðu foreldur og børn                                       http://www.skolenbulowsvej.skoleintra.dk/Faelles/aviser/avis27/b%C3%B8rn%20der%20leger.jpg

 

Í komandi viku (viku 21),  er útivika, tí fara vit at skipa fyri útitiltøkum fyri børnunum.

Týsdagin fara vit øll  at ganga til Rituvíkar. Mikudagin og hósdagin skipa vit fyri útiverkstøðum sum vera á fótbóltsvøllinum og niðri við Toftavatn.

Vit vilja heita á tykkum at verða møtt í seinasta lagið kl 9.30 hesar dagar, tí tá fara vit út.

Vit fara at røra okkum nógv, so lati børnini í hareftir og minnist til skiftiklæðirJ