Fólkaheilsuætlan føroyinga: Visjón 2015


Vit eta ov nógv – og vit eta tað skeiva. Vit roykja ov nógv. Og vit røra okkum ov lítið. Okkara heilsa er út av lagi. Ikki tí, soleiðis er tað eisini í hinum londunum í vesturheiminum.
Landsstýrið hevur tí, eins og aðrar stjórnir í vesturheiminum, gjørt eina fólkaheilsuætlan.
Endamálið við hesi ætlan er at betra um heilsustøðuna hjá føroyingum og at betra um lívsgóðskuna og við tí eisini at leingja um livitíðina. Hesin bóklingur er ein samandráttur av Fólkaheilsuætlan føroyinga, sum varð framløgd í apríl mánaði 2006.
Heinta PDF


Fólkaheilsuætlan føroyinga Visjón 2015.pdf