Fólkaheilsurenning: 4. - 5. & 6. september 2009

Tórshavn

Fólkaheilsurenningin í Havn verður sunnudagin 6. september. Startur og mál eru á parkeringøkinum uttanfyri SMS.

Skráin er hendan:
Kl. 12.40 Kunning um skránna.
Kl. 12.45 Røða verður hildin.
Kl. 12.50 Felags upphiting og stutt kunning um rutuna.
Kl. 13.00 Renningin verður sett í gongd.
Kl. 14.30 Lutakast millum øll sum hava luttikið í Heilsurenningini.

Tveir teinar kunnu rennast og gangast. Annar er 2,2 km og hann hevur hesa leiðina:
Hoydalsvegur, N. Finsesgøta, Áarvegur, Havnargøta (til rundkoyring við Smyril Line), Jónas Broncksgøta, R.C. Effersøesgøta.

Meðan hin er 5,5 km og leiðin er hendan:
Hoydalsvegur, N. Finsesgøta, Áarvegur, Havnargøta (til rundkoyring við Smyril Line), Yviri við Strond (frá Tórgarðsgøtu), Eystari Ringvegur, Norðari Ringvegur, Áargeil, Gundadalsvegur og R.C. Effersøesgøta.

Nevndu vegir eru stongdir fyri bilaferðslu, meðan renningin fer fram. Kort av teinunum síggjast á http://www.torshavnmarathon.com/2and5k08.pdf .

Á máløkinum fáa luttakararnir ókeypis vatn, frukt og mjólkavørur og er hetta stuðlað av P/F Poul Michelsen og MBM. Føroya Banki skipar fyri ymiskum tiltøkum til børnini við m.a. hoppiborg.

Tilmelding fer fram á http://www.renn.fo/ . Eisini ber til at melda til á torginum í SMS hósdag og vikuna út, sunnudag kl. 09.00 til 11.00 íroknað. Startnummur og gjalding verður avgreitt á torginum í SMS.

Tey fyrstu 1.000 vaksnu, sum heinta startnummar, fáa ein ókeypis rennivest.

SMS er karmur um fólkaheilsurenningina í Havn. Frá hósdegnum 3. september verður á torginum skipað fyri rørslutiltøkum og heilsukanningum, sum Bragdið, Fólkaheilsuráðið og ymisk onnur feløg standa fyri.



Spennandi tiltak í SMS
Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin er SMS karmur um fólkaheilsurenningina í Havn, og í hesum sambandi verður skipað fyri ymsum tiltøkum í SMS.

Tiltøk
Á torginum skipar Bragdið fyri spennandi rørslutiltøkum, og Fólkaheilsuráðið skipar saman við Apotekinum, Diabetesfelagnum og Hjartafelagnum fyri ymiskum heilsukanningum. Møguleiki verður fyri at máta blóðtrýst, vekt, BMI, miðju-/mjadnarmát, lungaorku og máting á súkklu. Eisini verður vístur teknifilmurin Hjørtur skjótt 6, ið er ein teknifilmur fyri børn. Hann hevur føroyska talu.

Luttøkugjald
Luttøkugjaldið fyri børn (0-14 ár) er 20 kr. og fyri vaksin (15 ár og eldri) 50 kr. Til ber at melda til á básinum hjá Bragdinum í SMS frá hósdegnum klokkan 10 og vikuna út. Sunnudagin frá klokkan 9 til 11. Startnummur og gjalding verða avgreidd á torginum í SMS.

Tey fyrstu 1.000 vaksnu, ið koma eftir startnummari, fáa ein rennivest fyri einki.

Skráin fyri Heilsurenningina
Kl. 12.40 Kunning um skránna.
Kl. 12.45 Røða verður hildin.
Kl. 12.50 Felags upphiting og stutt kunning um rutuna.
Kl. 13.00 Renningin verður sett í gongd.
Kl. 14.30 Lutakast millum øll, sum hava verið við í Heilsurenningini.




Klaksvík
Fólkaheilsurenningin í Klaksvík verður leygardagin 5. september. Veljast kunnu tveir teinar. Styttri teinurin verður 2 km, og longri teinurin verður 5 km. Rutan er frá Badmintonhøllini oman eftir Bøgøtu, aftanfyri Skýlið og úteftir. Tey, sum fara styttra teinin, venda á Gravarbø, meðan tey, sum fara longra teinin, venda úti á Skarðhamri. Á veg heimaftur skal snarast oman eftir Mækjuvegnum, niðan til Bøgøtu og so oman aftur til Badmintonhøllina. Tilmelding fer fram á http://www.renn.fo


Sandoy
Leygardagin 5. september skipar B71 fyri einum stórum tiltaki inni í Dal, sum byrjar tíðliga og heldur á til tann ljósa morgun. Á skránni eru bæði Fólkaheilsurenning og ein rúgva av øðrum fjølbroyttum tiltøkum. Tiltøkini eru fyri bæði børn, ung og eldri.

Frá morgunstundini av verða fótbóltsdystir í teimum yngru deildunum. Umframt tað verða kappingar av ymsum slag.

Fólkaheilsurenningin byrjar kl. 14:00 við Meginskúlan. Áðrenn farið verður avstað, verður hitað upp á fótbóltsvøllinum saman við Jacquline Benzon.

Teinurin verður runt Sandsvatn, og er hann umleið 6 km. Teinurin er púra slættur, so øll kunnu verða við – bæði børn, ung og eldri. Eisini ber til at trilla barnavogn/stól á túrinum. Fólk gera sjálvi av, um tey renna, ganga ella eitt sindur av hvørjum.

Tá komið verður aftur, stendur eitt leskiligt fruktborð fyri luttakarunum. Um viðrar, verður fruktborðið uttandura, men um tað ikki viðrar, verður tað inni í Meginskúlanum.

Kommunulæknin og heilsurøktarfrøðingar verða á staðnum, har fólk kunnu máta blóðtrýst áðrenn og aftaná renningina.

Eisini verður lutakast ímillum øll, sum hava verið við í Fólkaheilsurenningini.

Umframt Fólkaheilsurenning, skipar B71 hendan dagin fyri t.d.:
• Straffikapping
• Kassabygging
• Køkutombula
• Fiskikapping á Sandsvatni
• Veðrasýning og mexikanskari uppisølu
• Oldboys spælir móti smádreingum
• Posarenning
• Hoppiborgir
• Matarsølu

Dagurin endar við góðum dansi í bygdarhúsinum "Samljóð" í Skopun.

Tilmelding fer fram á www.renn.fo.


Suðuroy
Sunnudagin 6. september kl. 14:00 verður fólkaheilsurenning í Suðuroynni. Byrjað verður uttan fyri VB-høllina við upphiting. Aftaná upphitingina, verður farið avstað út eftir vegnum til Bøgøtu, har farið verður til vinstru úteftir til komið verður til Skálaveg. Farið verður aftur til vinstru, og síðani niðan til Fossaveg. Runnið/gingið verður longur úteftir, til Toftabrekku, og farið verður oman eftir til høgru, og síðani úteftir til Krosslábrekku. Tey sum vilja renna/ganga 2,5 km fara oman eftir brekkuni, meðan hini halda á fram til "vendiplássið". Har verður sneitt av og runnið vestur eftir Vágsvegi. Øll renna vestur eftir Vágsvegi, vestur til Vatnið. Tann síðsta teinin verður farið sunnaru megin Vatnið. Endað verður sama stað, sum byrjað varð. Tilmelding fer fram á http://www.renn.fo/ .

Runavík
Tilmelding fer fram á http://www.renn.fo.

Miðvágur
Fólkaheilsurenningin í Vágum verður leygardagin 5. september. Fólkaheilsurenningin er partur av tí stóra tiltakinum, sum Miðvágs Róðrarfelag skipar fyri.
Tann styttri teinurin
Byrjað verður uttan fyri XV í Miðvági (Inni á støð), runnið/gingið verður eftir Jatnavegi, oman á Tormansbakka, eftir Kirkjavegi og út á bakka har vent verður og gingi/runnið sama tein heim aftur, ca 2,6 km.

Tann longri teinurin
Byrjað verður uttan fyri XV í Miðvági (Á Stønni), runnið/gingið verður eftir Jatnavegi, oman á Tormansbakka, eftir Kirkjavegi og út á bakka, har runnið verður runt um pelan heim aftur eftir Kirkjavegi, norð (mótur Kirkjuni) eftir Jatnavegi, til vinstru við Bótolvsveg og út aftur á bakka har vent verður og heim aftur eftir Kirkjavegi, Tormansbakka og Jatnavegi og oman eftir Heimaru bryggju og á mál við XV (Inni á Støð), ca 4,5 km.

Báðir teinar eru góðir lættir teinar at renna ella ganga.
Tilmelding fer fram á http://www.renn.fo.


Skrá fyri MR-dagin
10:00 Ókeypis morgunmatur verður at fáa – Vága Kommuna bjóðar
11:00 Fiskikapping í fjøruni – virðisløn verður til størstu nøgd
- Havi tráðu við
11:00 Mattombola
11:00 Øðrvísi lutaseðil – góður høvuðsvinningur
12:00 Grillin verður tendrað - møguleiki er at keypa góðan búff og pylsur v/breyð
12:00 Livandi sangur
12:30 Kasta blikk av bekki – Fiskihylur – Innandura rógvikapping
Pílar á ballónir – Úti-talv – barna-tombola
13:00 Kapprening – Ástarrutan hjá Beintu. – málið er Jansagerð – Rósely
14:00 Fanga krabbar í fjøruni – heiðursmerki til tey, sum fanga størsta og flestar krabbar
- Havi ílat við
14:40 Finn vakrasta steinin í fjøruni
- Dómarapanel velur tann vakrasta steinin og gevur heiðursmerki
15:00 Fólkaheilsurenning – Frælsi skipar fyri / máta blóðtrýstið í neystinum
15:30 Rørsla – áhugaverd rørsla fyri bæði børn og vaksin
15:50 Finn størstu fliguna – heiðursmerki verður latið –
16:00 Mótasýning á brúnni
16:30 Modelskip sigla undir neystinum
17:00 Seglskip – Jógvan Hans
Kaffi, the, saft, vaflur og annað gott verður til keyps