Fundur um rúsevnisstøðuna 12/11-2008

Niðurstøðan av fundinum var, at tað eru framvegis narkotisk evni í umfari í Føroyum. Tølini frá løgregluni og tollvaldinum týða tó ikki uppá nakran vøkstur. Hinvegin er tað eingin ivi um at tað, sum hald verður lagt á, er bert ein lítil partur av tí, sum er í umfari. Eftirlitsmyndugleikarnir: løgreglan, tollvaldið og landsapotekarin, søgdu frá, at teir gjørdu, hvat teir kundu, og teir hildu, at teirra innsatsur á umráðnum var rímiligur í mun til ta orku, sum er til taks. 


Av fyribyrgjandi átøkum varð nevnt, serliga at gera nakað í sambandi við tónleikafestivalarnar, har nógv ung koma saman á sumri. Hetta skuldi gerast í góðari tíð áðrenn sjálvt tónleikatiltakið.

Heinta fundarfrásøgn í PDF-fílu.


Fundur um rúsevnisstøðuna.pdf