Hvussu hevur tú tað maður?

Umleið 90 luttakarar vóru til tiltakið "Hvussu hevur tú tað maður?, sum var í Perluni í gjárkvøldið. Javnstøðunevndin skipaði fyri tiltakinum saman við Sinnisbata og Fólkaheilsuráðnum.

Ljós varð varpað á mannin anno 2019.

Christain V. Mogensen tosaði um maskulinitet, gaming, heilsu, mótstøðu og rótloysi hjá monnum, og um hvøjar avbjóðingar og loysnir eru.

Pálmar Ragnarsson tosaði um ungar dreingir, og um hvussu ein poisitivur kommunikatiónsháttur kann gera sítt til at skapa eitt virðisgrundað javnbjóðissamfelag til frama fyri øll. Og um hvussu hetta kann smitta av til onnur øki so sum politikk og arbeiðspláss.

Tiltakið endaði við einum framburðarhugaðum kjaki um mannin og maskulinitet. Við í kjakinum, sum Jákup Dahl leiddi, vóur umframt Pálmar og Christian, Regin Berg, Niels Uni Dam, Arni Zachariasen, Erlign Fles og Eiler Fagraklett.

Vit eru sera væl nøgd við tiltakið, og vit takka teimum, sum luttóku og øllum, sum komu til tiltakið.