Kanning: Broyttir drekki- og matarvanar


Broyttir drekki- og matarvanar og at fólk røra seg ov lítið, hevur elvt til, at nógv fólk í dag viga ov nógv. Hetta hevur við sær bæði persónligar og samfelagsligar trupulleikar, sum verða mettir at vera millum teir heilt stóru heilsutrupulleikarnar í ríka partinum av heiminum.
Nógvar orsøkir eru til vekt trupulleikar. Ein orsøk eru broyttir matarvanar, og javnvág sýnist ikki vera millum kost og rørslur. Drukkið verður nógv meira sodavatn, saft og djús, og harumframt verður etið meira feitt og søtmeti.
Fyribyrgingarráðið hevur arbeitt við einari verkætlan, ið hevur til endamáls at betra um heilsustøðuna hjá skúlabørnum við atliti at mati, drekka og rørslu. Ein týdningarmikil partur í hesari verkætlan var at kanna um børn, sum fáa eitt heilsugott tilboð, velja at drekka vatn í staðin fyri sodavatn, saft og djús.
Ein annar partur í kanningini var at fáa eina vitan um vanar hjá børnum og ungdómi í mun til mat, rørslur, góðgæti, kips og lummapengar.
Heinta PDF


Kanning Broyttir drekki- og matarvanar.pdf