Klamydia átak

Fólkaheilsuráðið fyrireikar í løtuni eitt átak móti vaksandi tali av klamydia tilburðum millum ung seinastu árini. Ráðið ger hetta eisini fyri at minna fólk á – og serliga tey ungu – at kynssjúkur framvegis finnast.

Sjálvt um tilburðirnir av eyðkvæmi, gonorré og syfilis hava verið fáir í Føroyum seinastu árini, so er neyðugt, at hugsa um, hvussu eitt trygt kynslív kann fara fram.

Klamydia ger við hvørt so lítið um seg, at fólk valla varnast hana, men hon kann fyri tað gera skaða á nøringarlagið. Og tað er spell, tá hugsað verður um, hvussu lætt henda sjúkan kann viðgerast við heilivági, og ikki minst, hvussu lætt hon kann fyribyrgjast við at brúka hít.

Um mánaðarskifti august/september fáa øll, sum er fødd í 1990 – altso 20-ára gomul - eitt bræv við upplýsing um klamydia, umframt tilfar at kannað seg sjálvan.

Royndar tilfarið kunnu tey ungu so senda á laboratoriið á Landssjúkrahúsinum og einar tvær vikur seinni kunnu tey síggja úrslitið hjá sær á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum www.folkaheilsa.fo.

Kanningin verður púra navnloynd – tí royndin er bara merkt við einum talið, sum eingin annar enn innsendarin kennir.

Klamydia-kanning

Í samband við Klamydia átakið sendir Fólkaheilsuráðið øllum 20 ára gomlum í Føroyum bræv við innbjóðing um at lata seg kanna fyri klamydia smittu. Hetta er ein sokallað heimakanning.

Vit vilja gera vart við, at kynssjúkur framvegis eru til, og hevur talið av teimum, sum eru smittað við klamydia, verið vaksandi. Hesa gongd vilja vit fegin broyta.

Klamydia er ein tann vanligasta kynssjúkan um okkara leiðir. Vit vita ikki, hvussu nógvir føroyingar eru smittaðir við klamydia. Í grannalondunum týða kanningar uppá, at upp ímóti 5. hvør seksuelt aktivur ungur er ella hevur verið smittaður.

Millum 50-75 % vita ikki, at tey hava klamydia, tí hon so sjáldan hevur sjúkueyðkenni við sær.
Klamydia bakterian, Chlamydia trachomatis, er løtt at viðgera, løtt at kanna og løtt at fyribyrgja. Óviðgjørd kann klamydia hava ymiskar bágar við sær og kann gera skaða á nøringarlagið.

Tey 20 ára gomlu fáa kanningarútbúnaðin, sum er ymiskur til menn og kvinnur, í brævinum. Í brævinum liggur nágreinilig frágreiðing um, hvussu tey skulu fara fram. Kvinnurnar nýta ein vaginalan potipinn, og menninir pissa í eitt glas. Hetta verður sent í einum brævbjálva til laboratoriið á Landssjúkrahúsinum. 

Einar 10-14 dagar seinni er úrslitið at síggja á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum. Væl at merkja ikki undir navni, men undir einum loyninummari, ið bara tann kennir, sum hevur fingið brævið. Heimakanningin ger, at tey sleppa undan at fara til lækna, tó um tað vísir seg, at ein persónur er positivur, t.v.s. hevur tekin til hesa smittu, eigur hann at fara til læknan og fáa eina stutta medisinska viðgerð, sum vanliga er nóg mikið til at grøða hesa ígerð.

Upprunaliga var ætlanin, at vit skuldu bjóða kanningar til fleiri ungdómsárgangir, men peningurin, vit hava at ráða yvir í ár, røkkur til ein árgang. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at tey, ið hava minsta illgruna um, at tey kunnu vera smittað, kunnu fara til egnan lækna, sum so skipar fyri hesi kanning. Í sambandi við átakið, fara apotekini at varpa ljós á hítir og heilsufrøðingar fara út á miðnámsskúlar at tosa um kynslív.

Fólkaheilsuráðið fer við hesum at heita á øll um at taka væl undir við átakinum.