MARK- kanningin gevur tær íblástur til at bøta um liviháttin



Farið verður nú undir tær seinastu MARK-fólkaheilsukanningarnar í Norðurstreymoy, Vágum og Sandoynni.

Sunda kommuna hevur útvegað okkum hølir til kanningarnar í Bygdahúsinum í Hósvík. Kanningarnar í Hósvík byrja 12. januar 2009.

Og í Vágum hevur Vága kommuna útvegað okkum hølir í Læknamiðstøðini/Kommunuskrivstovuni í Sandavági. Ì Vágum verður byrjað 27. januar.

Ikki er heilt greitt enn hvar vit fara at halda til í Sandoynni. Men byrja verður 9. Februar.

MARK-kanningin snýr seg um motión, alkohol, royking og kost. Kanningin umfatar bæði at svara einum spurnablað um motión, alkohol, royking og kost, umframt eina likamskanning. Likamskanningin umfatar mátan av blóðtrýsti, hædd, vekt, miðju- og mjadnamát. Ymiskar vøddastyrki- testir verða gjørdar, umframt konditiónstest. Eisini verður blóðroynd tikin úr oyralippuni, og blóðsukur og kolesterol verður mátað. Kanningin endar við, at tikið verður samanum, og hvør einstakur fær síni úrslit skrivað á serligt oyðiblað, sum eisini inniheldur serliga frágreiðing um markvirði og hvat tey eiga at gera, um teirra úrslit eru uttanfyri normalvirðini.

Sjálv kanningin tekur 1½ tíma.
200 tilvildarliga útvaldir borgarar úr Norðstreymoy og Vágum hava fingið innbjóðing um luttøku. Fólk úr Sandoynni fáa innbjóðing fyrst í komandi viku.

Tey sum hava fingið innbjóðing, verða biðin um at ringja á tlf 515156 at bíleggja sær tíð til kanning. Umráðandi er, at bíleggja sær tíð beinanvegin , tí bert 100 fólk verða kannað í hvørjum stað.
Kanningarnar fara fram gerandisdagar, frá kl 8 á morgni og til út á seinnapartin.
Vit vænta, at fólk úr Norðstreymi, Vágum og Sandoy fara at taka eins væl í móti kanningini, sum fólk í Tórshavnar kommunu, Norðoyggjum, Suðuroy og Eysturoynni.

Vitja eisini donsku heimasíðuna www.kramundersoegelsen.dk
MARK- heilsukanningin er gjørt eftir sama leisti sum henda danska kanningin.