Myndir frá Etið saman í Havn

 Etið saman tiltakið eisini væleydnað á Perulutorginum í Havn

Har bleiv bjóðað hummus av beluga linsum og reyðrót við broysknari kálrabirót, royktur føroyskur svartkalvi við karsi, hummus av kikertrum, persillu og gularót drússað við græskarkjarnum, epli, blómkál og salat við spísskál og heilhveiti.

Vit vilja fegin takka FK í Tórshavn og Sjógæti fyri stuðul av framúr rávørum til tiltakið í Perlutúninum í Havn. Eisini takka vit Reinsarínum fyri praktiska hjálp og lán av Perlutúninum. Stóra tøkk til øll onnur, ið annars hjálptu til.