Norðurlendsk ráðstevna um rúsdrekka

Í døgunum 29. – 31. august 2004, var Norðurlandahúsið karmur um 20. Norðurlendsku Rúsevnaráðstevnuna, sum Fyribyrgingarráðið í Føroyum er vertur fyri.


Sunnudagin 29. august 2004 kl. 14 setir landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm stevnuna.
Nøkur av fyrilestraevnunum eru:
• Rúsevnapolitiska støðan, avleiðingarnar av niðursettu alkoholprísunum í Norðanlondum, og støðan nú fleiri nýggj lond eru komin við í EU.
• Skaðaárin og graviditetur - ráðgeving og viðgerð.
• Framløga av nýggjum filmum til fyribyrgjandi undirvísing
• KT í sambandi við fyribyrging.
• Ungdómsmentan og rúsevni
• Samfelagsligar avleiðigar av misnýtslu – Skaðar/hagtøl
• Einkarsølur og internetimport – nýggjar avbjóðingar
• Restauratiónsumhvørvið, ábyrgd í sambandi við skeinkingar.

Fyrilestrarhaldarar eru granskarar og fakfólk á høgum støði, ið arbeiða innan rúsevnafyribyrging og rúsevnapolitikk.

Ráðstevnan vendir sær í fyrstu syftu til starvsfólk innan tað almenna, ið virka sum ráðgevar hjá myndugleikunum. Onnur, so sum starvsfólki innan heilsu- almanna- og undirvísingarsektorin, viðgerðarar, ráðgevarar og áhugafeløg, eru eisini sera vælkomin at luttaka. Til ber at luttaka í allari skránni, ella bert einstakar dagar.