Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna

Øll skulu hava møguleika at betra um sína sálarligu heilsu

Fólkaheilsuráðið hevur havt eitt samstarv við feløg, stovnar og kommunur í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu nú í hálvtannað ár. Áhugin fyri okkara arbeiði veksur í hvørjum, og nú hava vit fingið enn ein nýggjan samstarvsfelaga. Talan er um Javna, ið hevur avgjørt at vera við. Javni er felagsskapur hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.

Við Javna sum samstarvsfelaga í ABC verkætlanini, fáa vit enn betri møguleika fyri at røkka fleiri í samfelagnum í strembanini eftir at betra um sálarligu heilsuna millum føroyingar. Javni sigur soleiðis um, hví tey avgjørdu at gerast ABC samstarvsfelagi:

“Vit gleðast um at vera komin við í ABC samstarvið. Boðskapurin í ABC ætlanini er einfaldur, og kann økja um lívsgóðskuna hjá øllum. Hjá nøkrum er neyðugt at onnur eggja teimum til og stuðla uppundir, skulu tey fylgja ráðunum. At fleiri seta sjóneykuna á hetta økið í felag er gott, og økir um møguleikan hjá øllum at fremja sína sálarligu heilsu, uttan mun til virkisføri”.

Tað er Fía Petersen, dagligur leiðari í Javna og Arnfríð Patel, skrivstovufólk, ið fara at seta hol á ABC arbeiðið í næstum. “Eg eri spent uppá at fara undir hetta samarbeiði, og vit ynskja at gera okkara til at ABC málini røkka út til okkara málbólk. Vit vita, at fólk við menningartarni skulu ansa serliga væl  eftir síni sálarheilsu, og tí gevur hetta samarbeiði serliga góða meining fyri okkum“, sigur Fía Petersen.

Øll kunnu fylgja ABC boðskapinum, ið snýr seg um at vera virkin, partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, sum kann geva einum innihald í lívinum. “Tað ber til at fylgja ABC boðskapinum uppá alskyns mátar, alt eftir hvussu títt lív sær út. Tað snýr seg um, hvat gevur meining fyri teg”, sigur Monika Mohr, ABC verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum. “Fyri onkran hevur tað týdning at stremba eftir at ganga upp á hvønn fjallatopp í Føroyum, fyri onnur hevur tað týdning at ganga til línudans, og fyri onnur hevur tað týdning at onkur stuðlar tær, so tú gerst partur av t.d. einum matklubba ella kann geva íkast til okkurt, ið røkkur útum teg sjálvan. Alt hetta kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Øll hava rætt til eina góða sálarliga heilsu, og saman kunnu vit skapa betri karmar fyri at røkka hesum endamáli”, sigur Monika Mohr.