Støðan viðvíkjandi klamydia



Talið á klamydiatilburðum í Føroyum er vaksið í stórum seinasta árið. Í 2004 vóru staðfestir 146 positivir vertir (prøvar), og var tað hægsta talið higartil.

Men í 2008 vóru 201 positivir, eftir at talið annars var minkað nakað aftur í 2005-2007 við 110 positivum um árið. Víst verður annars til talvu 1, ið vísir gongdina í Føroyum viðv. klamydia síðani 2001.

Støðan í 2009 higartil hevur verið óbroytt í mun til 2008 við 117 staðfestum tilburðum.





Orsøkin til, at fleiri kvinnur eru funnar smittaðar, sí talvu 2, er allarhelst hon, at fleiri teirra verða kannaðar enn menn, eitt nú í sambandi við kanning áðrenn spiral, undirlívskanning og barnsburð.

Flestu smittaðu eru eins í hinum norðurlondunum millum 15 og 29 ár.



Føroysku klamydiatølini eru sambært talvu 3 heldur lægri enn í hinum norðurlondunum.

Her skal tó dentur verða lagdur á, at tað eru lutfalsliga færri, ið lata seg kanna í Føroyum. Samanbera vit við Danmark so lótu 338.150 fólk seg kanna har í 2008 í mun til 1.302 í Føroyum, sí talvu 4. Í mun til fólkatalið verða sostatt meira enn dupult so nógvar kanningar gjørdar í Danmark.

Tað eru tí allarhelst fleiri í Føroyum lutfalsliga enn í hinum norðurlondum sum heild, ið ganga við sjúkuni (og við hesum tí eisini smitta onnur) uttan at vita av tí.

Í Danmark hevur talið á klamydia eisini verið vaksandi seinastu árini. Viðvíkjandi gongdini í Danmark seinastu árini verður víst til talvu 4 og 5.


Hvat er klamydia?
Klamydia í kynsgøgnunum er elvd av eini bakteriu, clamydia trachomatis. Í Føroyum vera kanningar fyri klamydia gjørdar á tann hátt, at fólk venda sær til kommunulæknan. Kanningartilfarið verður síðani sent til starvsstovuna á Landssjúkrahúsinum, ið ger kanningina og sendir kommunulæknanum úrslitið.

Í Danmark hava kanningar av ávísum bólkum av ungum monnum sýnt, at 6-9 % høvdu klamydia, og bendir hetta á, at ungir menn, ið ikki kenna sær nakað av meini, kunnu vera ein týðandi partur av smittuorsøkini.

Tá ið kvinnur nýta spiral ella p-bollar, mugu tær vera tilvitandi um, at slík fyribyrging ikki minkar um smittuna við sjúkum, ið smitta við kynsligum sambandi. Fleiri kvinnur fáa bruna í undirlívið av sjúkuni, og av hesum hevur ein stórur partur bruna uttan sjúkueyðkennir, tað er uttan at tær kenna sær nakað at meini. Vandin fyri hjáárinum sum barnloysi er stórur. Tá ið kvinnur fáa lagdan spiral ella fáa gjørt ávísar undirlívskanningar verður mælt til, at kvinnan verður kannað fyri klamydia og møguliga viðgjørd áðrenn.


Ígerðartíð, sjúkutekin og viðgerð
Dentur skal verða lagdur á, at fólk smittaði við klamydia ofta onki kenna sær at meini, hava eingi sjúkueyðkenni. Kortini kann sjúkan vera drúgv og geva somu hjáárin sum hjá fólki, ið hava sjúkueyðkenni. Mett verður, at meira enn helvtin av teimum smittaðu hava eingi sjúkueyðkenni yvirhøvur.

Sjúkan smittar við óvardum kynsligum sambandi. Eru sjúkueyðkenni, so koma tey vanliga eftir 7-21 døgum. Sjúkueyðkennini eru vanliga útflot frá vatnræsu (urinrørið) og svíðandi pína, tá ið ein kastar sær av vatninum (pissar). Hjá kvinnum kann harumframt vera flot frá móðurskeiðini, um so er at sjúkan hevur sett seg í lívmóðurhálsin. Kvinnur kunnu fáa bruna í undirlívið og menn í hjáeisti.

Børn kunnu smittast undir føðing og kunnu fáa eygnabruna ella lungnabruna.

Viðgerð verður givin av lækna við serligum bakteriutýnara (antibiotikum). Týdningarmikið er, at ikki bert tann, ið smittaður er, verður viðgjørd/ur, men eisini at tann ella tey, ið viðkomandi hevur ella hevur havt kynsligt samband við, verða kannaði og møguliga viðgjørd.


Fyribyrging
Klamydia kann fyribyrgjast við ikki at hava óvart kynsligt samband. Røtt nýtsla av hít gevur góða verju.

Tilmæli
Mælt verður til serligt varsemi við tilvildarligum kynsligum sambondum. Nýt í hvussu er hít.

Øll, ið hava illgruna um smittu, eiga at venda sær til lækna at verða kannaði. Somuleiðis kunnu øll fólk, ið vilja tryggja sær, at tey ikki ganga við smittuni, venda sær til lækna.

Nú hesin trupulleiki við klamydiasmittu aftur er nógv vaksandi í Føroyum, skal vera mælt til, at meira dentur verður lagdur á spurningin um klamydiasmittu í skúlum, ítróttarfeløgum, øðrum felagsskapum og Fólkaheilsuráðnum.

Høgni Debes Joensen
landslækni