Stutt um amfetamin

Kallinavn og útsjónd

Amfetamin verður eisini rópt „speed“. Tað er eitt hvítt pulvur, sum ofta er ógvuliga krystalliserað.

Pulvurið fæst eisini sum tablettir ella í hylkjum.

Nýtsluháttur og virknistíð
Amfetamin verður oftast sniffað, men tað kann eisini koyrast í munnin ella sproytast inn í æðrar. Verður tað sproytað inn, virkar tað eftir fáum sekundum, verður tað sniffað, virkar tað eftir nøkrum minuttum, og svølgir tú tað, tekur tað einar 20 minuttir, áðrenn tað virkar. Ávirkanin varir upp ímóti 4 tímum.

Rúsurin
Tekur tú amfetamin, verður tú í góðum lag, fært eina kenslu av gleði og varhugan av at kunna klára alt. Samtíðis verður tú rastleys/ur, sjálvsøkin og prátingarsom/samur.
Amfetamin køvir ávaringartekin frá kroppinum um t.d. pínu ella møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og tú kanst tí smella um av møði.

Avleiðingar
Ímeðan tú ert rúsaður og aftaná, sveittar tú nógv og verður tyst/ur. Tú kanst eisini fáa ilt í kroppin, fáa ov høgt blóðtrýst og sálarliga kanst tú verða ágangandi ella mótleys/ur. Við javnari nýtslu ella yvirdosis ert tú í vanda fyri at fáa hjartasteðg og doyggja, tí amfetamin fær æðrarnar at taka seg saman og hjartað slær seinri.