Til foreldur: At vera bundin av rúsevnum

At vera bundin sálarliga er ein sjúklig tráan eftir ávísum evni. Tráanin mennist so hvørt hetta evnið verður nýtt.

Rúsevni, sum kunnu enda við at persónur gerst sálarliga bundin, eru ógvuliga ymisk og ávirka heilan á ymsan hátt. Tað merkir, at tey ymisku rúsevnini geva misnýtaranum ymiskar rúsupplivingar.

Tað, sum rúsevnini hava í felag, er, at tey øll gera teir partarnar í heilanum, har lønardeplarnir eru, virknar. Á tann hátt gerst misnýtarin sálarliga bundin at evninum.
Tað hendir, tí at nervakyknurnar í hesum deplum hava í sær eitt fráboðanarevni, sum eitur dopamin. Tá ið dopamin verður frígjørt nervakyknunum, broytist fatanin hjá misnýtaranum av at „fáa okkurt afturfyri“, og hann upplivir
tað at nýta rúsevni, sum at fáa eina „løn”.

Misnýtarin fer nú at leita aftur og aftur til hesa kensluna, við at halda fram at nýta hesi evnini og upplivir tað sum eina revsing, um hann ikki fær evnið (abstinensir). – Rúsevnini ávirka somuleiðis tað ótilvitaða nervalagið, so at eitt nú svongd, tosti, møði, kynslig atferð, kenslur og tillaging av kropshita, vatnjavnvágin og blóðtrýstið farast.
Tað er ógvuliga torført at sleppa burtur úr aftur misnýtsluni, tí bara tað at síggja eina tablett ella lukta royk gevur misnýtaranum hug at halda fram við misnýtsluni.
Harumframt mennir misnýtarin, um hann nýtir eitt rúsevni í langa tíð, toleransu, so at hann tolir meira. Toleransa merkir, at um ein nýtir eitt evni ferð eftir ferð, krevst meira og meira fyri at uppliva somu ávirkan. At vera bundin av rúsevnum ger, at ein varandi broyting fer fram í fráboðanarevnunum í heilanum, og harvið evnunum hjá heilanum heilans at virka.
Tey evni, sum elva til, at ein gerst sálarliga bundin, og eru umrødd í bóklinginum.
Tey eru: Amfetamin, ecstasy, kokain, heroin, benzodiazepinir, GHB, soppar og LSD.

Hví taka tey ungu rúsevni?
• Familjuviðurskifti Viðurskifti í uppvøkstrinum hjá tí unga, eitt nú harðskapur, umsorganartrot, blóðskemd og alkoholisk foreldur kann alt gera sítt til, at hin ungi endar í misnýtslu.

• Lágt Hygglvsvirði Hava ungdómar lágt Sjálvsvirði, til dømis orsakað av útsjónd, um vinir tróta ella standa tey seg illa í skúlanum, kunnu tey enda í misnýtslu. Á tann hátt kunnu tey kenna seg kulari og á tann hátt fáa vinir og verða viðurkend í einum bólki.

• Forvitni Ung í dag hava serstakliga góðan hug at royna okkurt nýtt. At tey ongan frið hava á sær og keða seg kann seta ferð á eitt vandamikið forvitni, sum kann enda við rúsevnamisnýtslu.

• Ávirkan frá vinunum Mýtan um, at tað eru bara ung úr hart tyngdum umhvørvi í stórbýunum, sum nýta rúsevni, er ikki longur sonn. Royndirnar hjá løgregluni eru, at narkotika altíð kann útvegast, hvar ein enn er staddur í dag. Vil ein hava eitt rúsevni, er tað bara ein spurningur um at fara til ein vin, sum kennir ein, sum kennir ein annan.

• Bólkatrýst Nýta vinirnir rúsevni, kenna ungdómar seg lættliga uttanfyri, um tey ikki sjálv hava roynt tað. At verða alment góðtikin og viðurkendur er umráðandi í ungdómsárunum, har ein støðugt er í holt við at menna sín samleika og síni persónligu mørk. Ofta er tað meira umráðandi hjá einum tannáringi at vera partur av einum bólki, enn at nýta vanligt vit og skil.

• Ungdómsuppreistur Ung fáa støðugt at vita frá lærarum og foreldrum, at tey skulu halda seg frá rúsevnum. Fyri summi hevur hetta beint øvut árin, og tey royna eitt narkotikum í berum mótmæli.

• Mótafyribrigdi Rúsevnanýtslan kann vera partur av móta, ið eisini fevnir um tónleik, klæði og sosialt virksemi.

• At uppliva súsið Tað kann vera ein sælari uppliving at uppliva ein rús við rúsevnum enn við alkoholi. Mongum ungum dámar ikki alkohol, so tey finna eina neyðloysn í rúsevnum.

Góð ráð, um okkurt bendir á misnýtslu
Áðrenn tú herjar á tann unga og fregnar um rúsevni og møguliga misnýtslu, er tað ein fyrimunur at hava hetta í huganum. Tað kann hjálpa til at fáa gongd á eina samrøðu í staðin fyri at øsa tann unga upp.

• Tað besta er at práta við tey ungu, áðrenn tey byrja við rúsevnum, tí rúsevni kunnu gera tey líkasæl fyri øllum teimum skilagóðu ráðunum, tú kemur við.

• Vænta tær ikki, at tannáringurin uttan nakað viðgongur, at hann nýtir rúsevni. Tí noyðist tú at leggja eitt sindur av trýsti á fyri at fáa sannleikan fram. Tú skalt ikki hótta við at taka royndir av teimum fyri rúsevni, men ver reglufastur/regluføst og ger tað, um grundarlag tykist vera fyri tí. Mutar hin ungi ímóti, kann tað vera tekin um, at hann hevur okkurt at krógva.

• Minst til, at hjá tannáringinum eru vinirnir tað týdningarmesta
í lívinum, og tí kunnu tey lættliga vera undir einum bólkatrýsti, sum er nógv sterkari enn skynsemið. Tá ið tey hava tikið rúsevni, eru veitslan og vinirnir tað týdningarmesta.

• Tey ungu siga, „eg kann saktans stýra tí, eg havi onga misnýtslu”. Tíverri er hetta ofta ikki satt. Tey ungu skotra hetta burtur í sinninum, tí innast inni vita tey, at tey eru stødd í óføri, men tey eru ikki til reiðar at gevast! Tað er ov stuttligt, og allir vinirnir nýta rúsevni, so kunnu tey eisini. Tí noyðast tey at siga: „eg kann sum einki stýra tí”.

• Kenslur, ring samvitska og upplivingin av, at lívið heldur fram uttan tey ger, at summi ung ásanna, at lívið er ov stutt til rúsevni og tær psykosur, ið kanska koma aftaná. Ber hesi evnini upp á mál.

• Skal tann ungi velja rúsevnini frá, so skal hin valmøguleikin vera spennandi. Tú mást veruliga leggja nógv fyri, skalt tú fáa hin unga til at ganga ein heilt annan veg fyri at kappast við ecstasy ella tilsvarandi evni.

• Leita tær sakkøna hjálp, um trupulleikarnir gerast ov stórir hjá tær at loysa.