
Tórshavnar kommuna og Vága kommuna partar av ABC toyminum
Komandi viku møtist alt ABC toymið, og spennandi verður at síggja, hvat kemur burturúr og frætta, hvørjum leisti ymisku partarnir ætla at arbeiða eftir.
Fólkaheilsuráðið stendur fyri verkætlanini og arbeiðir saman við kommunum, stovnum, feløgum og kristiligum felagsskapum. Í ABC toyminum eru nú:
Ítróttarsamband Føroya
Parasport Føroya
Føroya Skótaráð
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Reyði Krossur Føroya
Blái Krossur Føroya
Sinnisbati
Lívdin
Gigni
Almannaverkið
SSP
Kommunufelagið
Vágs kommuna
Klaksvíkar kommuna
Vága kommuna
Tórshavnar kommuna
Trýst her fyri gjøllari kunning um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu: http://www.folkaheilsa.fo//kunning.html