Ung og vitan um seksualitet

Almennur fyrilestur hóskvøldið 7. feb. í
VIKU SEX 2019

UNG OG VITAN UM SEKSUALITET

Vika sex 2019, sum ferðast til allar yrkis- og miðnámsskúlar kring landið, endar við almennum fyrilestri, har Marin í Dali, lækni, leggur fram úrslit frá serritgerð síni, sum snýr seg um keldur til vitan um seksualitet millum ung í Føroyum.

900 miðnámsskúlanæmingar hava luttikið í kanningini hjá Marini. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava tøl, sum viðgera evnið, og sostatt er hetta eitt nýtt grundarlag til at skilja, hvar ung fáa vitan um sexualitet, og hvørji evni tey ynskja meira vitan um. Kanningin vísti m.a., at ung ynskja sær meira vitan frá fakfólki, men eisini frá mammu síni.

Fakfólk, foreldur og avvarðandi - verið vælkomin! 

Fyrilestur: UNG OG VITAN UM SEXUALITET

Perlan hóskvøldið 7. februar kl. 20.00 við Marini í Dali, lækna. 

Tiltakið liggur á Facebook trýst her

Vegna fyriskipararnar

Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá