Nordisk Rusmiddel Seminar 2018

 

Fólkaheilsuráðið skipaði fyri Nordisk Rusmiddel Seminar 2018

Nordisk rusmiddel seminar 2018 hevur verið í Føroyum í ár. Fólkaheilsuráðið var vertur fyri seminarinum, sum landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, setti mikumorgunin 22. august. 40 fólk úr teimum ymisku norðurlondunum, Grønlandi, Íslandi, Finlandi, Norra, Svøríki, Álandi, Danmark og Føroyum hava verið savnaði fyri at umrøða fyribyrgjandi arbeiðið á alkohol og rúsevnis økinum. Seminarið hevur verið sera áhugavert og gevandi og endaði á middegi í dag. Hesaferð hevur dentur verið lagdur á støðuna millum børn og ung, har evnini vóru:

  • Søguliga gongdin í Føroyum
  • Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum
  • Týdningurin av ABC fyri sálarliga heilsu í mun til alkohol og rúsevni
  • Drekkivanar í teimum ymisku londunum
  • Ymiskar alkohol tilráðingar
  • Avbjóðingar á økinum
  • Liberaliseringar í mun til cannabis
  • Møguligar avleiðingar, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar uttan vísindaliga prógva gransking
  • Hvønn týdning hevur gransking 
  • Marknaðarføring
  • Hvørji átøk rigga
  • Eyðkenni hjá ungum, sum drekka í mun til tey, sum ikki drekka
  • Týdningin av góðum relatiónum, serliga relatiónir til foreldur
  • Hvønn týdning hugburðurin hjá foreldrum hevur
  • Hvussu stuðla vit foreldrunum á bestan hátt
  • Hvønn týdning hevur samskifti um rúsvanar 

Granskingin vísir týðiliga, at fyribyrgjandi arbeiðið riggar og vit eru væl við í Føroyum. Tí skulu vit halda fast um tær verkætlanir, sum vit longu nú arbeiða við. Tó liggja Føroyar á næst síðsta plássinum í norðurlondum, tá ið tað snýr seg um aldur fyri nær ein byrjar at drekka alkohol, so her hava vit nakað at arbeiða við, tí vit síggja, at tað hava onnur megnað at broytt í størri mun enn vit í Føroyum.