Fólkaheilsuráðstevna Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið, Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommuna standa fyri altjóða ráðstevnuni, sum verður í Kongshøll, og sum millum annað snýr seg um fótbólt sum sjúkrafyribyrging.
Heilsuframi á vísindaligum vølli - Granskingarúrslitini eru greið, og stundin er komin til, at vit sum samfelag skipa kropsliga rørslu og spæl á vísindaliga grund til frama fyri fólkaheilsuna. Tað sigur Magni Mohr, professari, sum saman við øðrum í dag hevur lagt nýtt vísindaligt bókaverk fram
Tryggari internet dagur Skipa verður fyri eini kapping fyri skúlar og ungdómshús. 20.000 kr. til tann, sum vinnur kappingina.
Talið á roykjarum met lágt, meðan manglandi rørsla og fiti eru stórar avbjóðingar Seinastu 17 árini hevur Fólkaheilsuráðið gjørt árligar Gallupkanningar av heilsustøðu okkara. Her eru høvuðsniðurstøðurnar fyri seinastu kanning.
Lat umhvørvið vera roykfrítt - Kom og legg av Lat vera roykfrítt allastaðnis, har børn ferðast dagliga. Kom og legg av 2019 - SMS'sa til 1919 og skriva "gevst"
Triði filmur í ABC vikuni Vitjunarvinur Eyðbjørg vitjar gomul fólk saman við ommu síni Oddvá; hetta gevur henni nógv, men eisini ommuni, sum samstundis er saman við ommudóttrini Eyðbjørg. Ikki minst fyri hann, sum far vitjan - í hesum førinum Bjarni Jøkladal, hevur hetta sera stóran týdning.


ABC fyri sálarliga heilsu við til Mentanarnáttina

07. Jun 2019

Nógv børn, foreldur, ommur og abbar vitjaðu okkum Mentanarnáttina, tá ið vit vóru á Landssjúkrahúsinum í kafé'ini, har vit vóru við okkara nýggju barna krabbagággu og man kundi gera sær eitt ABC ynski.Vit vísa á, hvussu vit kunnu styrkja okkara sálarligu heilsu. ...

les meir

Rørslufagnaðurin við Margáir. Eini 3-400 tóku lut henda dagin

07. Jun 2019

Børn og vaksin stuttleikaðu sær óført saman, eftir at hava gingið við borgarstjóranum á odda

les meir

So er aftur Altjóða roykfríi dagur!

31. Mai 2019

Kanska verður hesin dagur tín fyrsti roykfríi dagur restina av lívinum.

les meir

Gott lag í Sundalagnum

29. Mai 2019

Nøkur børn vórðu spurd, hvat tey hildu um Rørslufagnaðin: “Mega gott tiltak. Nógv stuttlig spøl og mega kul gonga. Hetta skal vera skjótt aftur! Tað skal vera aftur 100 túsund prosent!

les meir

Skráin til Rørslufagnaðin í Sunda kommunu

28. Mai 2019

Í morgin 29. mai 2019 kl.10.00 verður Sunda kommuna vertur fyri Rørslufagnaði í samstarvi við Fólkaheilsuráðið.

les meir

Nýggjur faldari við ítøkiligum loysnum til ta góðu móttøkuna í felagsskapum

26. Mai 2019

Vit ynskja øll at hava kensluna: ”Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt, í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.

les meir

Rørslufagnaður 2019

24. Mai 2019

Túrurin endaði uppi á Ovara vølli, har ein rúgva av virksemi var á skránni millum annað ymisk bóltspøl, posarenning, togtogan, boccia, møguleiki var eisini fyri at hoppa band, ganga á línu, spæla kross og bolla ella gera fimleik. Stórur áhugi var fyri at telva simultan talv ímóti ársins telvara, Luitjin Apol. Børnunum dámdu væl at spæla við nýggju ABC krabbagágguna fyri børn.

les meir

Rørslufagnaðurin, sum í mai er um alt landið, verður nú í Havnini

22. Mai 2019

Í góðum hýri varð fyrsti Rørslufagnaðurin í ár hildin í Vági, og sum sæst á myndunum hugnaðu fólk sær óført. Nú er so túrurin komin til høvuðsstaðin.

les meir