Hvussu hevur tú tað maður? Tiltakið verður í Perluni týskvøldi 26. november klokkan 19.30
Talið á roykjarum met lágt, meðan manglandi rørsla og fiti eru stórar avbjóðingar Seinastu 17 árini hevur Fólkaheilsuráðið gjørt árligar Gallupkanningar av heilsustøðu okkara. Her eru høvuðsniðurstøðurnar fyri seinastu kanning.
Fólkaheilsuráðið fegnast um frítíðarkortið, sum Runavíkar Kommuna var fyrsta føroyska kommunan at deila út til sínar ungu borgarar Flestu frítíðartilboðini eru kommunal ábyrgdarøki, tí kommunurnar eiga vøllir, hallir og bygningar, har hetta virksemið fer fram, og tí eiga kommunurnar eisini at tryggja, at allir borgar hava javnbjóðis møguleikar fyri at taka lut í frítíðarvirksemi, sum passar til teirra
ABC vika 2019 Av spennandi almennum tiltøkum kunnu m.a. nevnast “Sjóða – Ættarliðini saman í sangi og virkni”, “Grótið”, ið er eitt kafekvøld fyri ung, “ABC gongurtúr” í Klaksvíkar kommunu, “Opið hús” á Psykiatriska deplinum, “Altjóða sálarheilsudagur” í Østrøm, við framløgum, básum og tónleiki og “Les fyri sálarligu heilsuna”, ið er eitt tiltak á Býarbókasavninum í Havn.
Psykiatriski depilin blivin partur av ABC fyri sálarliga heilsu Sjónarhornið hjá Heilsuverkinum er í stóran mun, viðgerð og fyribyrging. Hetta hevur týdning, men vit á Psykiatriska deplinum ynskja at hugtakið heilsufremjan kemur alsamt meir á breddan.


90% av luttakarunum vóru menn

11. Jan 2019

Heili 90% av luttakarunum vóru menn, og tað eru vit ómetaliga glað fyri, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

les meir

Fólkaheilsuvirðislønin 2019 fór til Finn Johannessen

11. Jan 2019

Á Fólkaheilsuráðstevnuni í dag, har millum 2-300 fólk vóru savnað í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, varð Fólkaheilsuvirðislønin avdúkað. Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum handaði Finni Johannessen Fólkaheilsuvirðislønina, Finn fekk eitt skreytblað saman við einum kekki uppá 5.000,- krónur. 14 uppskot komu...

les meir

Fólkaheilsuráðstevnan 2019 verður stroymað úr Sjóvinnuhúsinum

11. Jan 2019

Stórur áhugi er fyri Fólkaheilsuráðstevnuna 2019 í Sjóvinnuhúsinum. Tað er fullteknað og avgjørt er, at átakið verður stroymað í tíðarskeiðnum kl. 13-17

les meir

Hevur tú uppskot til Fólkaheilsuvirðislønina 2019?

04. Jan 2019

- Send uppskot inn í seinasta lagi 9. Januar 2019Sirið Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 11. januar at handa eina Fólkaheilsuvirðisløn. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at...

les meir

Rós til ÍSF og føroysku venjingarmiðstøðirnar

03. Jan 2019

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at fleiri venjingarmiðstøðir nú eru á veg inn í antidopingsamstarvið, sum ÍSF hevur arbeitt hart fyri seinastu árini.

les meir

Melda til átakið um menn og heilsu í Sjóvinnuhúsinum

02. Jan 2019

Her kanst tú melda til átakið í Sjóvinnuhúsinum. Kanningar vísa, at menn generelt eru verri fyri heilsuliga enn kvinnur, og tí vil Fólkaheilsuráðið saman við Heilsumálaráðnum varpa ljós á menn og heilsu.

les meir

Lat umhvørvið vera roykfrítt - Kom og legg av

31. Des 2018

Lat vera roykfrítt allastaðnis, har børn ferðast dagliga. Kom og legg av 2019 - SMS'sa til 1919 og skriva "gevst"

les meir

Hvussu hevur tú hevur tú tað, maður?

21. Des 2018

Sum liður í javnstøðupolitikkinum hjá tí almenna er ynski um at fáa meira javnstøðu á heilsuøkinum. Kanningar vísa, at menn generelt eru verri fyri heilsuliga enn kvinnur og tí vil Fólkaheilsuráðið varpa ljós á menn og heilsu. Tí hava vit avgjørt, at halda eina fólkaheilsuráðstevnu...

les meir