Pál professari

Í sambandi við, at Pál Weihe er settur sum adjungeraður professari á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, verður bjóðað til almenna samkomu í fyrilestrarhølinum á Sjúkrarøktarfrøðideildini í Jónas Broncks gøtu 25 fríggjadagin tann 13. mars.

Pál fer tá at halda fyrilestur við heitinum “Betur fyrivarin ...”, og høvi verður at heilsa uppá Pál.

Pál Weihe er í dagliga yrki sínum yvirlækni og leiðari á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, og er væl kendur millum bæði leik og lærd fyri sítt ídna granskingarvirksemi.

Pál Weihe er professaramettur sbrt. reglugerð fyri professarastørv á Fróðskaparsetri Føroya. Tríggir professarar frá útlendskum stovnum hava mett um førleikar hansara, og eru teir ivaleysir í síni niðurstøðu: Pál Weihe er sera væl skikkaður til professarastarv í fólkaheilsu á Fróðskaparsetrinum.

Pál Weihe hevur royndir við hægri undirvísing og vegleiðing av lesandi á øllum akademiskum stigum, og hann dugir væl at miðla sína gransking. Hetta er ein týðandi eginleiki hjá einum, ið skal virka við fyriskipan av og undirvísing á granskingargrundaðum útbúgvingum, har tað er so týðandi at taka granskingarúrslit við í undirvísingina.

Eitt av endamálunum við skipanini við adjungeraðum professarum er, at granskarar uttan fyri Setrið verða knýttir formliga at stovninum og varða av fakøkjum, ið Setrið ikki sjálvt hevur fasta manning til. Sum adjungeraður professari fer Pál Weihe at hava uppgávur, sum fevna um m.a. at menna hægri útbúgving og gransking innan heilsu- og læknavísindi, og at virka fyri vísindaligum samstarvi í Føroyum og uttanlands við serligum atliti at fólkaheilsu í føroyska samfelagnum.