Ræðuliga gott!

Sagt hevur verið, at einki kann vera ræðuliga gott; tí er tað ræðuligt, so er tað ikki gott. Orðini eru mótsetningar, so tað stendur eftir. Ella sagt á ein annan hátt – tað er eitt paradoks at seta hesi bæði orðini saman.

Tá tað er sagt, so má eg viðganga, at mál er livandi. Hetta er ikki bert galdandi fyri føroyskt, men øll onnur mál við. Málið er sum ein organisma, hon broytist alla tíðina, eisini tann vegin, vit ikki vilja hava hana at fara. Júst so er við málinum, vit kunnu verja og gera nógv fyri at varðveita tað, men undan broytingunum, sleppa vit ikki.

Orð hava tað fyri at broyta merking sum tíðin líðir frá, serliga tann vegin, at tey heldur, enn at broyta týdning, fáa eina víðari merking. Hetta noyðast vit at boyggja okkum fyri, vilja vit tað, ella ei. Gjøgnum alla mína tíð, hevur hjáorðið ræðuliga verið “skeivt” brúkt, at skilja soleiðis, at tað hevur verið brúkt í skeivari samanseting ella skeivum samanhangi.

Flestu brúka hjáorðið ræðuliga til at styrkja um innihaldi av einum lýsingarorði, sum nú í hesum førinum er gott. Vit fáa ikki steðgað hesum, tað verður brúkarin av málinum, sum avgerð hetta. Vit hava ígjøgnum ættarlið brúkt orðið í eini breiðari merking, enn ta upprunaligu. Tað er ikki óvanligt, at orð fara ígjøgnum hesa mylluna. Tað sama er hent við hjáorðinum ógvuliga, sum nú er at rokna sum eitt neutralt orð, har tú kanst brúka ógvuliga bæði um ringt og gott, tó hetta ikki altíð hevur verið soleiðis.

Tað sama ger seg galdandi, tá ið nýggj orð verða smíðað. Langt frá øll orð finna vegin inn í málið, tí á onkran hátt hóska tey ikki inn í málið, ella tí, at tað er ikki musikkur í teimum. Onnur orð, serliga navnorð við veikari bending, falla væl inn í málið og eru eisini løtt at benda. Fólkið tekur orðið til sín, tað gerst fólkaogn og verður verandi í málinum og ríkar um tað.

Í orðabókini finnur tú hesi dømi um, hvussu hjáorðið verður brúkt: “ein ræðulig fólkarúgva var samankomin” ella hetta: “øll skip fingu ræðuligan fisk”

Orðið “ræðuliga” hevur við tíðini fingið eina breiðari merking og verður sum hjáorð brúkt til at styrkja um lýsingarorðið, ella leggja herðing á tað. Tað er tað, sum vit hava valt í heitinum til hetta átakið.


Ólavur Jøkladal

samskifti / cand. mag.